2023-02-18 21:12
Til allar Kollfirðingar og KÍF’arar-KOMIÐ Í HØLLINA SUNNUDAGIN
Sunnudagin kl. 16.00 stendur nógv upp á spæl. Tá skulu okkara menn aftur í eldin í seinnu hálvfinaluni at dystast við STÍF um eitt pláss í steypafinaluni. Leiðslan hjá útiliðnum er bert tvey mál, sum er ógvuliga lítið í hondbólti. Allar súður eru als ikki syftar.
Reyði Múrurin stóð mannsterkur inni á Skála hóskvøldið og verður aftur í høllini sunnudagin. Teir heita á øll, sum kunnu ganga og krúpa, at koma í høllina og taka hond í at hjálpa okkara monnum fram á mál. Upphiting við andlitsmáling verður í hallargongini frá kl. 14.00.
Seinast KÍF var í steypafinaluni var í 2014. Sostatt eru 9 ár liðin. Tíðin er búgvin at broyta hesa oyðimarkargongdina. So komið og stuðlið okkara monnum, so vit vónandi aftur kunnu síggja teir á gula gólvinum á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald