Mentan

Tíðindi: Fróðskaparrit um menniskjarættindi í Føroyum

Fróðskapur hevur givið út serrit av Fróðskaparritum við heitinum: Menniskjarættindi í Føroyum.

2024-12-09 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Erika Anne Hayfield og Heini í Skorini hava ritstjórnað hesa útgávu, sum hevur 7 greinar frá 14 høvundum um fjølbroytt evni, millum annað um støðuna hjá sálarsjúkum í Føroyum í 19. og 20 øld, um søguligu gongdina hjá javnstøðulógini og um hugburð til fosturtøku í Føroyum. 

Ritstjórarnir siga soleiðis í fororðinum til ritið:
- Tað, sum kveikti tankan til hetta serritið, er tann týdningur, sum menniskjarættindi hava sum grundarlag undir rættvísi, rættlæti, trivnað hjá borgarum og hvussu skipanir virka í føroyska samfelagnum. Serstakliga hava kanningar av menniskjarættindum við sær verju av viðkvæmum bólkum í samfelagnum. 

- Okkara endamál við hesum serriti er at greina menniskjarættindi og útvega vitan, sum kann fremja tilvitsku og lærdóm, rættvísi og samfelagsábyrgd, og hava við sær neyðugan politikk ella lógarbroytingar. Men allar hugsanir um menniskjarættindi, sum áseta reglur ella fyrimyndir, eru umstríddar og skapa av sonnum ósemju, tí royndin at verkseta menniskja-rættindi hevur við grundleggjandi etisk, mentanarlig og religiøs viðurskifti at gera, sum ikki almenn semja er um: Hvat er eitt rættvíst samfelag? Hvat er eitt tignarligt  lív? Hvørja ábyrgd hevur staturin mótvegis tí einstaka? Og hvørji eru mørkini millum menniskjarættindi og skyldurnar hjá menniskjanum?

Serritið um menniskjarættindi er 188 síður og finst talgilt á heimasíðu forlagsins. Til ber at taka eitt samlað skjal niður ella greinarnar hvør sær.  

Fróðskaparrit er vísindatíðarrit, sum er komið út síðani 1952. Fram til 2020 kom ritið árliga í prentaðari útgávu. Síðani rit nr. 67  er ritið bert tøkt talgilt.

Tað er forlagið Fróðskapur, sum gevur Fróðskaparrit út. 

Í ritstjórnini fyri Fróðskaparrit eru Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará, Marin Strøm og Eyðfinn Magnussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder