Vinna

Tíðindaskriv um borgarafund um Suðuroyartunnilin leygardagin 23. juli 2022

Borgarafundur um Suðuroyartunnilin leygardagin hin 23. juli 2022 kl. 13.00

2022-07-19 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leygardagin 23. juli verður borgarafundur um Suðuroyartunnil í skúladeplinum í Grønadali í Hovi – ein verkætlan, sum hevur alstóran týdning fyri framtíðina í Suðuroynni.


Við Sandoyartunlinum verða 88% av Føroya fólki bundin í eitt og sama vegakerv. Koyrandi verður av Skarvanes til Bíggjar, eins og tað verður koyrandi úr Sørvági til Viðareiðis. 

Øll norðanfyri Suðuroyarfjørð fáa lut í samfelagsmenningin, gerast partur av stóra lestrarumhvørvinum í miðstaðnum, fáa atgongd til væl lønt størv og almennar tænastur. 

Tað berst ikki undan, at darvaða atgongdin til skattafíggjað fyritaksemi norðanfjørðs er ein dyggur smeitur fyri oynna, og fráflytingin heldur áfram, um einki verður gjørt. 

Seint komandi summar verður væntandi koyrandi til Sandoyar, og tá er Suðuroyggin einasta stóra øki í landinum, sum ikki er íbundið meginøkið. Um Suðuroyggin, og møguliga Skúvoy, verður knýtt uppí restina av landinum, eru 99% av Føroya fólki knýtt saman. 

Gongdin í Suðuroynni seinastu ártíggjuni hevur verið døpur - minkandi fólkatal og skeiklað aldurs- og kynsbýti.

Ein av høvuðsorsøkunum er, at tað ber ikki til at búgva í Suðuroynni og starvast í miðstaðarøkinum. Suðuroyingar eru avskornir frá “góða” arbeiðsmarknaðinum í meginøkinum – valið stendur tí millum at búseta seg í meginøkinum, og hava góða og fjøltáttaða atgongd til góð størv, ella búseta seg í Suðuroynni og hava sera avmarkaða atgongd til góð størv.

Ongin ivi er um, at Suðuroyartunnilin er loysnin fyri Suðuroy, soleiðis, at eisini Suðuroyggin verður bundin saman við restina av Føroyum. 


Leygardagin 23. juli verður júst hetta á skrá í borgarafundi í Skúladeplinum í Grønadali í Hovi sum byrjar kl. 13.00. 


Skráin fyri dagin er hendan:

Kl. 13.00: Umboð fyri fyrireikararnir bjóðar vælkomin.

Kl. 13.05: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum eisini verður orðstýrari, hevur framløgu um avbjóðandi gongdina í fólkatalinum í Suðuroy.

Kl. 13.15: Tónleikabólkurin, Hamradun, við Pól Arna Holm og Una Debess framførir tvey løg.

Kl. 13.25: Mourits Joensen og Kristian Stórhamar hava framløgu um linjuføring og meta um kostnaðin av Suðuroyartunlinum. 

Kl. 14.00: Tummas Frank Joensen, ferðaleiðari úr Skúvoy, greiðir frá týdninginum av, at Skúvoy verður knýtt uppí Suðuroyartunnilin, og hvørja ávirkan hetta hevur fyri Skúvoynna.

Kl. 14.10: Steðgur í 15 minuttir. (høvið verður at fáa kaffi).

Kl. 14.25: Løgtingsumboð og umboð fyri politisku flokkarnir úr ella við tilknýti til Suðuroynna bera fram síni sjónarmið (fáa 5 minuttir hvør). Aftaná verður kjak og høvið verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar.


Á fundinum luttaka hesi umboð fyri flokkarnar:

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin (5 minuttir)

Erhard Joensen, Sambandsflokkurin (5 minuttir)

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin (5 minuttir)

Kristin Michelsen, Sjálvstýrisflokkurin (5 minuttir)

Bárður G. Nielsen, Tjóðveldi (5 minuttir) 

Umboð fyri Miðflokkin, Miðflokkurin (5 minuttir)


Øll eru hjartaliga vælkomin til borgarafundin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder