Vinna

Tíðindaskriv: Gentuvesið LIVE í Perluni

Gentuvesið flytir oman í Perluna, har tú kann uppliva sendingina beinleiðis.

2023-02-13 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Gentuvesið flytir oman í Perluna, har tú kann uppliva sendingina beinleiðis. Og fyri, at tað ikki skal vera lygn, so fer føroyska stand up drotningin, Elisa Vang, at syrgja fyri láturkrampum og góðum stemningi.

Tað er tó onki gentuves uttan gestavertir, og hesa ferð er tað eitt frískt, festligt og litríkt panel.

Bjarni Arge
Fyrsti verturin er Bjarni Arge. Vit kenna Bjarna sum annan vertin í beinrakna poddinum Amatøroyar, har ongin sleppur undan einum væl meintum sparki á skinnabeinið. Vit kenna hann eisini frá seinasta løgtingsvali. Nei, hann slapp ikki inn, men hann fekk eina “X við Bjarna” pitsa á matskránna hjá Reyðleyk.

Finnur Koba
Vit kenna Finn sum tann forelskaða sjónleikaran í sjarmerandi og smáfreka bólkinum Páll Finnur Páll. Og sum sjónvarps- og útvarpsvertur hevur hann verið fast inventar í stovum, køkum og garasjum hjá flest øllum føroyingum. Og sjálvt um hann ikki var nakar Messi í síni tíð hjá fótbóltsfelagnum Fram, so var hann toppskorari til umboðsráðið hjá LÌV.

Siri S. Hansen
Triðji og seinasti samverturin er Siri S. Hansen, sum er líka litrík í útsjónd og persónligheit. Ein orkubumba, sum hevur ein smittandi látur sum vørumerki. Siri er eisini kend fyri sín leiklut í LGBT Føroyar, tíðina sum blaðstjóri hjá KVINNU, drag performari og so vann hon eisini ársins songrødd... í 1995.

Til seinast hava vit lokkað glóðheitu diskararnar AQUATONIC at standa fyri tónleikinum. So um tú ert til Gentuvesið, super undirhald og feitan tónleik, so set eitt feitt X í kalendaran við leygardagin 18. februar kl. 21:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder