GALLUP FØROYAR: Ein spurnarkanning millum limirnar í Starvsfelagnum vísir, at tilsamans 20% av teimum, ið svaraðu, siga seg hava verið happaði á sínum arbeiðsplássi seinastu 12 mánaðirnar. Happingin fer mest fram millum starvsfelagar sínámillum, men starvsfólk kenna seg eisini happað av leiðsluni
Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningina fyri Starvsfelagið. Tilsamans 1604 limir, sum starvast í sáttmálaøkjunum hjá felagnum, vórðu spurdir. Av teimum svaraðu 657 limir, 41%. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 7. juli til 21. september 2023.
Spurd um tey hava verið happað á sínum núverandi arbeiðsplássi hesar seinastu 12 mánaðirnar, svaraðu tilsamans 20% játtandi. 2% søgdu seg verða happað dagliga ella næstan dagliga. 2% søgdu hvørja viku, 3% hvønn mánað, meðan 13% svaraðu, at happingin í tíðarskeiðnum hevur verið við longri millumbilum enn einum mánað.
Váttar eitt rák
”Høvuðstølini í kanningini samsvara væl við aðrar líknandi kanningar”, sigur Katrin av Kák, sálarfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina saman við Gallup Føroyum.
Hon vísir til eina landsfevnandi kanning á danska arbeiðsmarknaðinum frá 2019, ið vísti, at 11% kendu seg happað og til eina nýggja landsfevnandi kanning í Føroyum, sum vísti 12,4%.
Ein greið ábending um, at úrslitið er rættvísandi er, at tá, ið fólk í kanningini vóru spurd, um tey kendu seg vera hildnan uttan fyri felagsskapin á arbeiðsplássinum seinastu 12 mánaðirnar, svaraðu somuleiðis tilsamans 22 % játtandi til hetta. Hetta eru helst tey somu fólkini, sum søgdu seg vera happaði, heldur Katrin av Kák.
”Granskingin vísir, at kjarnan í happing er útihýsing, og tí stuðlar hetta eisini hetta undir úrslitið”, sigur sálarfrøðingurin.
Váttar eitt rák. Katrin av Kák, sálarfrøðingur, sigur, at kanningin hjá Gallup Føroyum er í góðum samsvari við líknandi kanningar um happing á arbeiðsplássinum. Her er hon í Smæruni, tá ið kanningin varð løgd fram mánadagin.
Starvsfelagar happa - og leiðslan
Kanningin bendir á, at mesta happingin á arbeiðsplássunum fer fram millum starvsfelagar sínámillum. Av teimum, sum svaraðu, at tey hava verið fyri happing, søgdu yvir helvtin, at tað vóru aðrir starvsfelagar, ið viðvirkaðu í happingini.
Tann minna helvtin segði, at tað antin var nærmasti leiðari ella ovasta leiðslan, sum viðvirkaðu í happingini, meðan ein lítil minniluti vísti á viðskiftafólk ella onnur sum happarar.
Trupulleikar sleppa at vera óloystir
Tey allarflestu, ið svaraðu, siga seg vita hvønn tey skulu venda sær til, um tey ella ein starvsfelagi verður happaði ella illa viðfarin á arbeiðsplássinum. Tey taldu 82%.
Kortini er tað fimti hvør limur, sum heldur, at leiðslan ikki livir upp til sína uppgávu, tá ið tað umræður at loysa slíkar trupulleikar. 21 % svaraðu nevniliga, at tað eru viðurskifti viðvíkjandi happing, sum ikki vera loyst, hóast leiðslan er gjørd varug við støðuna.
Týðandi kanning
”Vit hava havt varhugan av, at happing fer fram á arbeiðsplássunum, men hetta er ongantíð rættuliga skjalfest, hvørki av myndugleikunum ella av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur ikki verið nakað, limirnir hava tosað hart um”, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
”Happing er tekin um sosialan mistrivnað og trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum, sum skal takast í allarstørsta álvara. Tí er tað týdningarmikið, at vit nú hava eina kanning, sum staðfestur, at trupulleikin við happing er líka útbreiddur hjá okkum sum aðrastaðni, og at hetta er nakað, vit mugu taka í álvara. Hetta fer helst at bróta tøgnina, og hetta er ein trupulleiki, vit fara at taka upp við okkara sáttmálapartar”, sigur formaðurin.
Allýsingin hjá Ríkissjúkrahúsinum
Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn hevur granskað nógv í happing, og tað er allýsingin hjá Ríkissjúkahúsinum av hugtakinum happing, sum er brúkt í kanningini hjá Gallup Føroyum. Hesa allýsing vórðu limirnir kunnaðir um, áðrenn teir svaraðu spurningunum um happing á arbeiðsplássinum. (Les allýsingina niðanfyri).
”Happing er eitt hugtak í broyting. Seinastu árini er útgangsstøðið í gransking um evnið farið frá eini einstaklingafatan til eina felagsskapsfatan, har tað er tann subjektiva upplivingin hjá einstaklinginum, sum er avgerandi fyri, hvørt talan er um happing ella ikki. Hetta er í dag tann vanliga grundfatanum í Norðanlondum, og sum vit eisini hava grundað okkara kanning á”, sigur Katrin á Kák.
”Tað er okkara universelli tørvur at hoyra til felagsskapin og óttin fyri at vera útihýstur, sum eru viðvirkandi grundkreftir í happing. Og er tað hendan allýsing, sum er grundarlagið fyri okkara kanning.”
”Brádliga bleiv eg svimmul, angist og sjúkrameldaður”
Hetta siga limir í Starvsfelagnum um happing á arbeiðsplássinum
Í kanningini hjá Gallup Føroyum eru limir bidnir um at seta orð á sína støðu til og uppliving av happing. Svarini eru dulnevnd. Omanfyri 100 fólk hava gjørt viðmerkingar. Fleiri eru jalig um støðuna og seta t.d. spurnartekin við marki millum arging og happing. Her eru nakrar av viðmerkingunum um happingina:
”Á mínum arbeiðsplássi er nógvur psykiskur ágangur móti starvsfólki og er tað leiðslupersónar, ið fremja hendan ágang. Upp á uml. 1 ár eru vit 8-9, ið hava verið og eru sjúkrameldaði fyri strongd. Hóast okkara trygdarumboð hevur heitt á leiðarar um at fráboða hetta til Arbeiðseftirlitið, verður tað ikki gjørt.”
”Eg havi skift arbeiði tvær ferðir innan tey seinastu 10 árini orsakað av happing á arbeiðsplássinum. Happingin varð framd av ovastu leiðslu mótvegis starvsfeløgum (seinri mær sjálvari). Eg (vit) royndi at siga frá hjá fakfelag, Arbeiðseftirlitinum umframt Starvsfelagnum, men alt gjørdist bara verri. Royndin at siga frá, hevði við sær, at eg sjálv varð útsett fyri ágangi. Mínar royndir siga mær, at hvørki leiðslur, fakfeløg ella Arbeiðseftirlitið í Fø hava neyðugu førleikarnar til at loysa slíkar avbjóðingar. Eg kenni meg fulstendiga óvarda sum starvsfólk, og havi eg eftir hondini góðtikið...”
”Eg var happaður á mínum gamla arbeiðsplássi, happingin var orsakað av mínum førleikum og at hava nýggja útbúgving. Happingin var manipulerandi og fjald, so eg hevði ilt við at seta fingurin á tað í fyrstu atløgu. Eg vendi fingurin móti mær sjálvum. Brádliga bleiv eg svimmul, angist og sjúkrameldaður. Eg boðaði leiðslu og álitisfólki frá, men ongin dugdi ella visti hvat tey skuldi gera. Eg eri nú í nýggjum starvi, eg fór orsakað av happing. ”
”Frá 2017 til 2019 varð eg útfyri happing og niðran av mínum táverandi leiðara. Álitisfólkið megnaði ikki at hjálpa mær. Starvsfelagið hjálpti í stóran mun. Arbeiðseftirlitið gjørdi eina kanning, men hon var ikki nógv verd, tí arbeiðsplássið var so lítið, at fólk tordu ikki at svara erliga. Møguliga vóru spurningarnir hjá Arbeiðseftirlitinum ikki dekkandi.”
”Hvørja viku eri eg vitni til, at nærmasti leiðari fer illa við einum starvsfólki í tann mun, at meiningarnar hjá viðkomandi vera ikki hoyrdar ella virdar. Somuleiðis tosar nærmasta leiðari dagliga niðrandi við sama starvsfelaga. Hvørki mín leiðari (sum oftast er trupulleikin) ella HR tykjast ílatin til at loysa trupulleikan.”
”Taki meg sjálvan í at happa viðhvørt, tað hevur lítið uppá seg, men kann sára mínar starvsfelagar, vit eru so ymisk, nær ella um man tekur sær av viðmerkingum .... tað er ikki so illa meint, men eg ætli at steðga við hesum, tí eg haldi at tað kann uppfatast sum happan.”
FAKTA: Hvat er happing?
Kanningin hjá Gallup Føroyum um happing á arbeiðsplássinum er gjørd við støðu í allýsingini hjá Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn av hugtakinum happing. Hesa allýsing vóru limirnir kunnaðir um, áðrenn teir svaraðu spurningunum:
Happing er, tá eitt ella fleiri starvsfólk uppliva seg vera útihýst frá arbeiðsfelagsskapinum, sum viðkomandi hava brúk fyri at vera partur av. Hetta kann t.d. vera, tá eitt starvsfólk upplivir:
- at hansara ella hennara meiningar og sjónarmið verða yvirhoyrd (ignorerað)
- at vera hildin uttanfyri fundir ella onnur tiltøk, eisini sosial
- at vera noktaður starvsfólkaliga hjálp ella stuðul
- at vera eyðmýktur, baktalaður, niðurgjørdur ella tillátursgjørdur
- at kunning, sum onnur hava atgongd til, verður afturhildin fyri honum ella henni.
(Kelda: Rigshospitalet)
Laila Henze, stjóri á Gallup Føroyum, tá ið hon legði kanningina um happing á arbeiðsplássinum fram í Smæruni mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald