Yvirskriftirnar í 2022 vóru neiligar fyri eftirlønaruppsparingina. Kríggj í Ukraina, avmarkað atgongd til orkukeldur, ógvusligar prís og -rentuhækkingar, vóru viðurskifti, sum sóust aftur í eftirlønaravkastinum. Á jaligu síðuni eydnaðist LÍV at halda rakstrarkostnaðinum á einum lágum støði soleiðis, at kostnaðurin lækkaði munandi 1. januar 2023 fyri viðskiftafólk við marknaðarrentu.
Samlaðu inngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 420 mió. krónur í 2022. Samlaðu útgjøldini til eftirlønir og tryggingarútgjøld vóru 191 mió.kr.
Meðan 2021 var eitt gott ár á fíggjarmarknaðinum, var gongdin í 2022 vánalig, og kom hetta í kjalarvørrinum av russisku innrásuni í Ukraina. Fylgjurnar vóru ógvusligar á fíggjarmarknaðinum, har olju –og elprísirnir hækkaðu ógvusligt. Príshækkingarnar vóru tær hægstu seinastu mongu árini. Miðbankarnir byrjaðu at hækka renturnar í eini roynd at avmarka ógvusligu inflasjónini at býta seg fasta. Øll hendan óvissan fekk fíggjarmarknaðin at fella. Hetta sást aftur í avkastinum. Kundarnir við marknaðarrentu høvdu í 2022 eitt avkast millum -8,6% til -12,1%. Tað vóru bæði partabrøv og annars tryggu lánsbrøvini, sum blivu merkt av neiligu gongdini á fíggjarmarknaðinum.
Rakstrarkostnaðurin hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV lækkaði við 6,6% í 2022, meðan inngjaldið vaks við umleið 2% í mun til 2021 (tá hædd er tikin fyri serligum inngjøldum í 2021). Hetta fegnast vit um á LÍV. Ein avleiðing av gongdini á kostnaðarsíðuni er, at nevndin hevur valt at lækka umsitingargjaldið fyri kundar við “LÍV pensjón” marknaðarrentu.
“Vit gleðast og fegnast um, at samhaldsfasta skipanin hjá LÍV sæst aftur í lækkandi umsitingargjaldi, tá ið kundarnir standa saman um felagið”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
1. januar 2023 lækkaði fasta árliga umsitingargjaldið frá kr. 300 til kr. 180, meðan
leypandi umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkar frá 5% til 4%.
Úrslitið hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV var góðar 19,9 mió.kr.
LÍV hevði í 2021/22 eitt altjóða útboð av stórum parti av íløgurøktini. Umleggingin varð framd í 2022. Felagið væntar sær nógv av hesum umleggingum, har LÍV hevur fingið nakrar av bestu íløgurøktarum at umsita íløguognirnar hjá felagnum. Bindingarnar til hesar íløgurøktarar eru stuttar. LÍV væntar, at hesar avtalur fara at síggjast aftur í einum góðum, langtíðar avkastið til viðskiftafólk felagsins. Við umleggingunum hevur felagið somuleiðis økt um nøgdina av íløgubólkinum “alternativ”, sum søguliga hevur eina stabiliserandi ávirkan á avkastið. Hesin íløgubólkur verður øktur komandi árini. Í óvissum tíðum kann verða trupult at “flýggja” í trygga havn. Óvissan á fíggjarmarknaðinum kann spreiða seg til peningastovnarnar sum sást undir fíggjarkreppuni. Tað sama hendi eisini í
2022/23, har peningastovnar í USA og í Schweiz máttu lúta. Tíbetur hendi ikki tað sama í bankasektorinum um okkara leiðir.
Í 2022 fingu viðskiftafólk okkara, sum hava marknaðarrentu, høvi til at velja sín váðaprofil í íløgunum, so nú ber til at laga hann til júst sína støðu.
P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur í fleiri ár lagt dent á, at partur av íløgusamansparinginiskal arbeiða í Føroyum. Tvær verkætlanir, sum felagið hevur arbeitt við í longri tíð, eru í 2023 farnar av bakkastokki. Onnur er vindmyllulundin í Flatnahaga, har seks vindmyllur eru byrjaðar at framleiða grøna orku til allar føroyingar. Hin verkætlanin er, at felagið hevur sett skjøtul á at byggja leiguíbúðir til føroyingar. Fyrsta verkætlanin er í samstarvi við Bústaðir.
“Vit fegnast um, at alt fleiri kundar velja at hava sínar lívstryggingar og eftirlønir hjá LÍV. Hetta skapar góðar fortreytir fyri einum bíligari rakstri, ið er til fyrimuns fyri allar okkara kundar. Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini”, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum.
2022 í tølum
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Íløguavkast -432 mió. kr.
Javni 3.573 mió. kr.
Rakstrarkostnaður 16,9 mió. kr.
Úrslit eftir skatt 19,9 mió. kr.
Eginogn 169,8 mió. kr.
Á aðalfundi felagsins 24. apríl blivu:
Høgni Olsen, nevndarformaður
Hanna í Horni, næstforkvinna
Súni Selfoss
Árni Arge og
Kári Petersen
øll afturvald í nevndina hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag
Íløguavkast -195,8 mió. kr.
Javni 1.819 mió. kr.
Rakstrarkostnaður 4,0 mió. kr.
Úrslit eftir skatt 384,3 mió. kr.
Eginogn - 653 mió. kr.
Á aðalfundi felagsins 24. apríl blivu:
Finn Danberg, nevndarformaður
Gunnleyg Árnafjall, næstforkvinna
Árni Arge og
Kári Petersen
øll afturvald í nevndina hjá P/F LÍV lívs –og pensjónstryggingarfelag.
Roknskapirnir hjá samtakinum eru at finna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald