Vinna

Tíðindaskriv frá Bústøðum

MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn

2022-02-11 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað arbeiðstakarasáttmála um íbúðarbygning á Heimasta Horni.

Verkætlanin, sum eisini verður nevnd Heimasta Horn II, er á vestaru síðu í brekkuni, sum leiður niðan til íbúðabygningarnar á Heimasta Horni, beint omanfyri krossin Undir Gráasteini/Velbastaðvegur. Ætlanin er ment yvir nøkur ár, har Albert Isfeld, arkitektar AF, hava gjørt tekningar fyri Bústaðir.

Talan er um at byggja 22 íbúðir á einum grundøki á útvið 5.000 fermetrar, sum Bústaðir hevur keypt frá BankNordik. Bygdar verða tvær lonir í tveimum hæddum. Tað verða 10 íbúðir í tí einu lonini, og 12 íbúðir í hinari lonini. Íbúðirnar verða umleið 78 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Hjallur, goymsla og altanur ella terrassa verða til íbúðirnar.

Farið verður undir verkætlanina fyrsta dagin, og mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk á heysti næsta ár. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Tað er nú nakað síðani, at Bústaðir hevur sett eina størri íbúðarverkætlan í gongd. Tørvurin á leiguíbúðum er stórur. Farið verður nú í holt við hesa verkætlan, har Bústaðir frammanundan átti grundøkið, og verður sæð fram til at fara undir fleiri aðrar verkætlanir við leigu- og lutaíbúðum kring landið í næstum.

Á myndini síggjast Heðin Poulsen, stjóri hjá MT Højgaard Føroyar, og Andras Róin, stjóri hjá Bústøðum.

  1. februar 2022, Bústaðir – Føroya bústaðafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder