2023-02-12 22:02
Søkt verður eftir lærara, sum:
- Hevur læraraútbúgving
- Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Dugir at samstarva og er fyrikomandi
- Er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Er við til áhaldandi at menna skúlan
- Er stundisligur og nærlagdur
- Hevur svimjilæraraprógv
- Hevur góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
- Lærara, sum kann undirvísa í donskum í hádeild, dreingjaítrótti og svimjing,
landafrøði í miðdeild og hádeild, og sum kann vera AKT lærari.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan er kravd.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 23. februar kl. 16.00.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald