Politikkur

Tey, sum eru slitin og troytt, skulu sleppa frá fyri aldur fyrr enn onnur

Tey, sum hava stríðst eitt langt arbeiðslív, skulu ikki noyðast at arbeiða til tey verða 70 ár. Tað hevur Javnaðarflokkurin ynskt í sambandi við at pensjónsaldurin verður hækkaður.

2025-04-09 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrið leggur uppskot um sonevnda “Tíðartreytaða pensjón” fyri tingið seinnapartin í dag. Hetta merkir, at tey sum hava arbeitt síðani tey vóru 16 ár ella eldri kunnu fara á pensjón aftaná 50 ár á arbeiðsmarknaðinum.

Fyri Javnaðarflokkin hevur tað alstóran týdning, at tey, sum eru slitin og troytt, skulu sleppa frá fyrr. Tað er bæði rætt og rímiligt, tí hesi fóru á arbeiðsmarknaðin fleiri ár áðrenn tey, sum hava fingið sær útbúgving.

Uppskotið fevnir um tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum, síðani tey vóru 16-19 ára gomul, og tryggjar fólki, sum hava arbeitt í minsta lagi í hálva tíð í 50 ár tilsamans.

Í uppskotinum verður hædd tikin fyri barnsburðarfarloyvi, umframt arbeiðsloysi, sjúkrafráveru og líknandi, so hesi verða íroknað virkni á arbeiðsmarknaðinum.

Lógaruppskotið verður galdandi, tá ið pensjónsaldurin byrjar at hækka í 2035.

- Tað hevur týdning fyri okkum í Javnaðarflokkinum, at vit fáa eina serliga skipan, sum loftar teimum, ið frá ungum árum hava verið arbeiðsvirkin, sigur Hans Jacob Thomsen, tingmaður og limur í Trivnaðarnevdini, sum fegnast um, at landsstýrismaðurin í samráð við meirilutan í Trivnaðarnevndini nú leggur uppskot fram um tíðartreytaða pensjón.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder