Ítróttur

Tennissamband Føroya er nú limur í evropeiska tennissambandinum Tennis Europe

.

Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman viðHenrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur avTennis Europe.

Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman viðHenrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur avTennis Europe.

2025-03-24 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tennissamband Føroya er nú limur í evropeiska tennissambandinum Tennis Europe

Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi um vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum.

Við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti góðkendu møttu limalondini umsóknina hjá Tennissambandi Føroya, og 1. januar 2026 gerst Tennissambandið partur av Tennis Europe.

-Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gerast limir í Tennis Europe í eina tíð, og at tað nú eydnaðist er ótrúliga gleðiligt og eitt týdningarmikið stig fyri at menna tennis í Føroyum, segði ein fegin formaður í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, beint eftir at úrslitið varð kunngjørt leygardagin. 

Spurdur um, hvønn týdning hetta hevur fyri føroysku tennisítróttina, svarar Ingi soleiðis:

-Limaskapurin í Tennis Europe merkir, at vit kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum einstaklingar og landslið umboðandi Føroyar. Hetta er sera týdningarmikið og spennandi, eitt nú hjá okkara ungu og evnaríku leikarum. Tennis hevur havt stóra framgongd í Føroyum síðstu árini, og hetta er enn eitt stórt fet rætta vegin.

Tennis Europe er altjóða felagsskapurin hjá Tennissambondunum í Evropa. Til samanbering svarar hetta til UEFA í fótbólti. Tennis Europe umsitur eitt nú EM kappingina fyri lið og einstaklingar í fleiri aldursbólkum.  Ungdómskappingar hjá Tennis Europe verða mettar sum fyrsta stigið hjá ungum og evnaríkum tennisleikarum í Evropa at gerast yrkistennisleikarar.  

Áhugin fyri tennis hevur rættiliga tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, serliga í høvuðsstaðnum, har vit í dag finna eitt spírandi tennisumhvørvi í Gundadali. Eitt av málunum hjá Tennissambandinum er at fáa tennisfepurin um alt landið. Tennis er ein av ítróttargreinunum á Skúlaleikunum í ár, og tennis verður ein av ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027.

Spurdur um, hvørjar raðfestingar Tennissambandið hevur nú sambandið hevur tryggja sær møguleikan at luttaka í altjóða kappingum í Evropa?
-Næsta stigið verður at betra um umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum, soleiðis at Føroyar uppfylla krøvini at gerast vertir fyri evropeiskum tenniskappingum, sigur Ingi at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder