Ítróttur

Televarpið og FBF endurnýggja og víðka samstarvið

Í dag hava Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum, og Peter Holm, formaður í Flogbóltssambandinum, skrivað undir nýggja trý ára samstarvsavtalu.

Peter Holm, formaður í FBF, og Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum

Peter Holm, formaður í FBF, og Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum

2023-11-01 17:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Avtalan hevur við sær, at Televarpið næstu trý árini fær rættindi av vísa allar dystir hjá FBF á rásum sínum. Talan er um allar dystir í Føroya Tele-deildunum, íroknað hálvfinalur og finalur, allar dystir í steypakappingunum fyri vaksin, íroknað hálvfinalur og finalur, steypa- og FM-finalur fyri yngri, stórsteypadystir og landsdystir.

Talan verður um eitt víðkað samstarv, har Televarpið saman við FBF fer at betra um tekniska stigið á framleiðsluni – undir hesum eisini grafikk o.l. Sendingar við upphiting fara at verða framleiddar og vístar, og serligur dentur fer at verða lagdur á útvaldar dystir.

Nýggja E-score-tøknin og hagtøl frá Datavolley, sum FBF er farið at brúka, fara at gera tað møguligt at geva hyggjaranum eina betraða uppliving undir dystunum.

Partarnir miðja hartil eisini eftir, at altjóða flogbóltur verður vístur á rásunum hjá Televarpinum í næstum.

Fíggjarligi parturin av avtaluni inniheldur, at Televarpið sum frálíður fer at flyta flogbóltsdystirnar á gjaldsrásirnar, soleiðis at teir hyggjarar, sum ikki hava neyðugan pakka við atgongd, skulu gjalda 39 kr. fyri hvønn dystin. Væntandi eru allir dystir fluttir á gjaldsrásir hin 1. februar 2024.

Peter Holm, formaður í FBF, og Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder