2026-02-11 08:15
Klokkan 22:41 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at Thor var farið á land við Tinganes. Thor hevði lítla ferð tá ið skipið fór á land. Skiparin valdi tó at biða Pressarin um hjálp at koma av aftur. Skipið fekk ongan skaða.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at talan var um onkran tekniskan feil á skipinum. Løgreglan ger ikki meira við málið
Í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp í Havn. Talan var um tveir bilar, sum fóru illa. Onkur bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tann eini førarin er blivin skuldsettur. Hetta var í vesturbýnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald