Vinna

Teistin royndarsiglir á Kalsoyarleiðini í morgin

Sum ein liður í at gera av, um Teistin eigur at verða verandi í flotanum hjá Strandferðsluni, verður í morgin royndarsiglt á Kalsoyarleiðini.

2023-11-27 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Endamálið við royndarsiglingini er at meta um, hvussu ið Teistin tekur seg út við atløgurnar í Klaksvík og á Syðradali í mun til stødd, manøvru og rampur.

Rampan á Syðradali er sum er ov lítil til Teistan, men ein møguleiki er at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals og annars gera nakrar tilllagingar við rampuna í Klaksvík og Syðradali.

Teistin varð eisini royndarsigldur á Nólsoyarleiðini í síðstu viku, har hann tók seg væl út. Hvørja av farleiðunum, ið SSL fer at mæla til at brúka Teistan á, vil ein eftirmeting av royndarsiglinunum vísa.

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er sera nýtt í mun til gomlu skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð latin frá Mest í 2001 og fekk nýtt orkuverk fyri tíggju árum síðani.

Ímeðan Teistin er norðanfyri, verða nakrar flytingar og broytingar gjørdar í nøkrum ferðaætlanum, og verða hesar at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og í sms-skipanini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder