Vinna

Teir saknaðu eru 47 og 57 ára gamlir

Klokkan 07:45 í morgun fekk alarmsentralurin boð frá Kambi, at skipið hevði fingið ein stóran sjógv, og vóru teir tá staddir 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

2024-02-06 11:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gekk skjótt til bjargingartyrlan, Hamranes og Breiðanes vórðu hjá Kambi. Manningin ið taldi 16 mans skuldi øll av skipinum, og klokkan 08:50 hevði bjargingartyrlan flutt 13 mans av Kambi til Froðbiar. Tá fekk tyrlan ikki tikið fleiri mans umborð. Tyrlan fór aftur til Kamb, og fekk tikið ein mann upp afturat, tann maðurin var tikin upp klokkan 10:05.

Jón Klein Olsen frá løgreglustøðini sigur, at aldan var um 6 metrar høg og vindurin var 12 m/s.

Klokkan 10:30 fekk løgreglan fráboðan um, at Kambur var sokkin, tá var hann rikin 5 fjórðingar frá har hann fekk ein sjógv.

Allir umborð eru føroyingar, og teir saknaðu eru 47 og 57 ára gamlir.

Øll tey avvarandi hjá manningini eru kunnaði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder