Mentan

Teir ótroyttuligu sáðmenninir í Vágum eiga æruna av Messuni

Røða hjá Sjúrði Skaale tá Messan var latin upp 11. januar

2026-01-11 19:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí eisini: Myndir: Hátíðardámur í Messuni

Eingin bygningur byrjar við betongi ella glasi. Allir byrja við at onkur fær eitt hugskot. Nevnir hugskotið fyri onkrum øðrum og sigur: Hvat nú um...

Slíkar hugskotspersónar eru púra avgerandi fyri gróðurin í einum samfelag, bæði innan vinnulív og mentan og alt annað samfelagslív. Onkur má fáa eitt hugskot og siga við onkran annan: Hvat nú um...

Hesi fólk eru sum sáðmaðurin í líknilsinum.

Teir sáa við at nevna síni hugskot fyri øðrum. Og í flestu førum steðgar tað har. Hugskotini eru ov vánalig ella fella millum tornir ella í gaddajørð – og so hendir ikki meir.

Ein sáðmaður, sum tit hava her vesturi, er Sjúrður Poulsen.

Fyri nógvum árum síðani fekk hann hugskotið til bygningin, vit standa í. Hann plantaði sítt fræ í nakrar vinir í kenningar. Men hóast hugskotið fór at vaksa í sinninum á teimum, so var jørðin, har sjálvur bygningurin skuldi vaksa, ikki búgvin.

Men sáðmaðurin bleiv við. Hann fór víðari til næstu bygd at sáa. Og nú tók at spíra. Ikki minst tí sáið hjá Sjúrði av álvara hevði fest seg í sinnið á Kára Thorsteinssyni, Suna Hansen, Jan Erik Simonsen og Pól Skarðenni – og nógvum øðrum.

Og tað spíraði í huganum á fleiri og fleiri. Millum annað hjá Jóhannis Joensen, sum tann 3. august 2019 gjøgnum facebook plantaði hetta lítla fræ í mítt sinnið: ”Hey Sjúrður. Eg eri í einum áhugafelag, har vit royna at skaffa pening til eitt mentanarhús í Vágum. Lovaði at spyrja um tú kundi gera lobbyarbeiði til stuðul úr grunnum úr Danmark. Eru møguleikar? Vh Jóhannis”.

Slík fræ verða jú sádd allastaðni alla tíðina. Tey flestu eru ikki lívsfør og doyggja skjótt.

Men fáar dagar seinni fekk Jóhannis ein fund í lag, og tá sá eg, at hetta var eitt veruligt, dygdargott fræ. Og tað var longu í ferð við at spíra í góðari mold – í Sjúrði Pulsen og hansara vinum.

Teirra ætlanir lógu á tí markinum, har øll nýskapan grør: Millum tað garrvilla – og tað hugtakandi.

Og jú meira eg samskifti við teir, jú týðuligari bleiv tað, at teir vóru góð og djúp mold, har røturnar kundu vaksa seg sterkar.

Moldin var teirra trúgv uppá hugskotið. Hon var teirra áhaldni. Hon var teirra endaleysu sjálvbodnu tímar fyri at gera tað til veruleika. Hon var teirra faklig vitan. Hon var teirra kreativu og professionellu tekningar. Og hon var ordanin í øllum teirra pappírum. Í roknskapum, fundarfrásagnum, samskifti, har alt var dokumenterað, og alt vísti fram móti sama máli.

Tí fór eg inn í tað. Tað eydnaðist at fáa eina játtan.

Og á ástaðarfundinum í Miðvági tann 12. juli 2021 sá alt gott út. Tað kendist, sum stóð verkætlanin nú veruliga á lunnum.

Men tá tilboðini vórðu latin upp í septembur, fingu vit sum vátan vøttin – verkætlanin var nógv dýrari enn mett.

Tá ivaðist eg fyri fyrstu ferð í, um tað var ordan í útrokningunum. Um hetta kanska fór at enda sum ein byggiskandala, um tað bleiv farið víðari.

Eg tosaði nógv við menninar aftanfyri, og teir sannførdi meg um, at frágreiðingarnar uppá skeivu metingarnar vóru góðar. Prísurin var hækkaður av góðum grundum. Og eingin kjansur bleiv jú tikin her. Einki bleiv gjørt í óðum verkum. Einki bleiv sett í gongd í vónini um, at ”det grejer sig i sjøen”.

So eftir samráð við sáðmenninar fór eg aftur í gongd – og tað eydnaðist at fáa eina játtan afturat.

Men á sumri í 2022 kom so størsta bakkastið. Tað kenna tit øll, og eg skal ikki koma inn á tað her. Alt sá púra svart út.

Men sáðmenninir noktaðu at geva upp, og fóru til Sørvágs at sáa.

Har vaks ótrúliga skjótt og væl. Við Eyð Ellingsgaars á odda var kommunan beinanvegin fús at lata hetta fræið blíva ein bygning í Sørvági.

Men tað kravdi meira fíggjarligt kraftfóður. Rættiliga nógv eisini. Nógv meira, enn kommunan hevði.

Trupulleikin var, at tá eg hevði gjørt aðru avtaluna hevði eg lovað, at hetta var tað. Eg fór ikki at koma eina triðju ferð við somu verkætlan.

Skuldi tað so steðga nú?

Nei fanin!

Tað drúgva og fyrimyndaliga og sjálvbodna arbeiði, sum so nógv góð fólk høvdu lagt í hetta, kundi ikki vera til fánýtis.

Eg og Eyð hittust ein dag á hennara skrivstovu. Eg bleiv sannførdur um, at hon veruliga meinti tað. Vit tóku í hondina á hvør øðrum og lovaðu, at gjørdi eg alt fyri at fáa meiri fígging, so skuldi hon gera alt fyri at fáa verkætlanina framda.

Og tað eydnaðist at gera eina avtalu afturat. Hesaferð – fyri at siga akkurat sum er – við at sindur primitivum metodum. Men soleiðis er politikkur viðhvørt. Ein góður vinur í donskum politikki, Nikolai Wammen, eigur eina stóra tøkk í hesum sambandi.

Til endans vil eg bara siga hjartaliga tillukku við húsinum.

Tillukku við at alt gekk so væl. Nógv verður tosað um byggiskandalur í hesum døgum – men hetta bleiv leverað uppá dagin og uppá krónuna.

Og hjartaliga tillukku til øll vágafólk fyri at hava sáðmenn, sum vilja sáa og sáa og sáa og blíva við at sáa inntil tað grør.

At hava fólk, sum vilja brúka sína egnu tíð til frama fyri felagsskapin, er tann størsta gávan hjá einum samfelag.

Sí eisini: Myndir: Hátíðardámur í Messuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder