Vinna

”Teir kunnu bara keypa seg úr samtakinum”

Nú lógin um broytingar í sjófeingislógini er samtykt, havi eg sitið og hugsað um, hvat tað var, sum hendi.

2025-05-22 19:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Uppskotið kom upprunaliga eitt sindur sum burtur úr ongum. Nógv av tí, sum varð skotið upp, var óneyðugt og óskiljandi.

Tá so viðgerðin var liðug, og endaliga lógin samtykt, var upprunaliga uppskotið so mikið nógv broytt, at alt uttan relgurnar um nærstandandi var tikið burturúr –  og tær raka sum støðan er bara okkara samtak her norðuri í Klaksvík.

Broyting um nærstandandi hevði viðført samgonguslit

Eg havi roynt at spurt samgongupolitikkarar, hvar hetta kom frá, og um tað ikki eisini kundi takast aftur, men sama svarið var frá øllum. Partar av samgonguni hava sagt, at tey høvdu ikki ynskt uppskotið og høvdu roynt at fingið tað afturkallað, men aðrir partar í samgonguni settu føtur í spenni og vildu ikki hoyra talan um at taka tað aftur. Um broytingarnar um nærstandandi ikki vórðu samtyktar, var talan um samgonguslit.

So tað kann staðfestast, at partar av samgonguni hava ynskt hetta, sum kann fara at gera skaða bara her norðuri hjá okkum.

Vit hava ikki umgingið lógina

Eg síggi, at leiðandi samgongupolittikarar hava ført fram, at bara vit her norðuri, sum eiga í JFK og Kósini og Næraberg, hava bygt okkara samtak upp, soleiðis at vit hava umgingið reglurnar um, hvør er nærstandandi, og at tað mátti steðgast beinanvegin. Tað var ikki tíð at bíða við eini skiftistíð, so vit høvdu havt høvi at skipa okkum eftir nýggju reglunum. Hóast verandi reglur hava verið í gildið óbroyttar eini 18 ár.

At vit skulu hava útnyttað lógina, er heilt burturvið.

Altíð havt dreym um at byggja upp

Síðani eg var smádrongur, havi eg bara havt ein dreym, nevnliga at gerast sjómaður og droymdi um at eiga skip og byggja nakað upp fyri okkum í Føroyum, men serliga her norðuri í Klaksvík.

Eg gjørdist stjóri í JFK í 1996. Tá átti JFK flakatrolararnar Sundaberg og Skálaberg.

Í 1994 kom lógin um vinnuligan fiskiskap. Tann lógin legði fyrst og fremst upp til, at tað skuldu vera umsetiligar kvotur. Tað var krav frá danska statinum fyri at fáa flotan at minka. Seinni varð lógin broytt, so møguleiki eisini var fyri at leggja veiðiloyvi saman.

Vit hava fylgt hesum ásetingum í lógini, og hava verið við til at minka um flotan.

Vit hava keypt fleiri skip við rættindum, og ongantíð hevur nakar bjóðað ímóti okkum. Einki í bygnaðinum í okkara samtaki er innrættað fyri at umgangast lógarásetingar, men er komið, so hvørt sum vit hava gjørt íløgur – og í fleiri førum íløgur í skip saman við serliga skiparum.

Tað eru serliga partrolararnir og línuskipini, sum nú eru fangað í nýggju reglunum um nærstandandi.

Tað, sum serliga er trupult, eru eigaraviðurskiftini í línuskipunum, har vit hava gjørt íløgur saman við øðrum røskum monnum, ið eru komnir til okkum fyri at fáa íløgur gjørdar í nýggjari skip fyri eldri. Hesi skipini og menninir eru nú læst føst, tí íløgurnar eru gjørdar saman við okkum.

Lógarbroytingin hevur spent bein fyri samstarvfeløgum okkara í línuflotanum

Hóast eg persónliga bara eigi umleið 10 % í hesum línuskipunum, verða tey øll mett at vera nærstandandi og eru læst føst at kunna útvega fiskidagar og kvotur, sum onkur teirra hevur fyri neyðini fyri at yvirliva.

Fiskidagarnir til línuskipini eru skerdir 60 % seinastu árini, og tað kann bara hava við sær, at talið av skipum skal fækkast. Men orsaka av nýggju reglunum kunnu skipini her norðuri ikki útvega sær rættindi frá øðrum. Kanska endamálið við lógarbroytingini er at avmarka okkum her norðuri.

Serskattur – tá eru vit ikki nærstandandi

Hetta er lógin um sjófeingi, men tá talan er um at krevja serskatt, tá verða feløgini ikki longur mett sum nærstandandi, og kunnu ikki eins og onnur nærstandandi feløg handla sínámillum uttan at rinda serskatt, men verða feløgini skattað við 50% skatti av hvørjari innanhýsis sølu.

So her er stórur munur á.

Løgfrøðin: Singuler lóggáva ólóglig

Eg havi ikki skil fyri løgfrøði, men fleiri løgfrøðingar, sum eg havi tosað við, eisini onkur sum arbeiðir hjá tí almenna, siga, at hendan nýggja lóggávan er sokallað singuler lóggáva, har rættindini hjá nøkrum heilt fáum persónum ella feløgum verða avmarkað. Og eg havi skilt, at tað ikki er lógligt. Enntá fiskimálaráðharrin hevur beinleiðis av tingsins røðarapalli váttað, at lógarbroytingin bara rakar eitt felag.

Men tað er nógv meira hugstoytt, at samgongan skal hava so sterkt ynski um at avmarka okkum og teir, sum vit eiga skipini saman við. Tað gevur ikki áræði at halda áfram við virkseminum, tað má eg siga.

 Keypa seg burturúr

Onkur leiðandi politikkari í samgonguni hevur viðmerkt til nýggja samtykta lógaruppskotið, at hesir, sum hava gjørt íløgur saman við okkum, bara kunnu keypa seg burturúr samtakinum aftur. So lætt er opinbart sambært hesum at regulera og avmarka og gera seg inn á ognarrættin. Hetta er ræðandi.

Sum formaður í Reiðarafelagnum og sum reiðari í Klaksvík havi eg roynt at gjørt vart við skeivleikar og tosa okkara søk.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um hetta, sum er hent, er prísurin fyri at larma.

Men vit merkja nógvan stuðul millum fólkið her norðuri, og tað fer nokk at gera, at vit pressa víðari.

Vinaligast

Hanus Hansen

Stjóri JFK

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder