Team Rynkeby Føroyar súkklar til París
Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla til París í summar. Ikki síðan 2019 hevur verið møguligt at súkkla til París vegna strongu ferðareglurnar í sambandi við koronafarsóttina. Í 2020 varð súkklað í Føroyum í fýra dagar, og í fjør fekk liðið eina framúr góða súkkluviku í Danmark. Nú sær út til at hepnast aftur við túrinum til París.
Hósdagin 7. juli byrjar ferðin við tiltaki kl. 10.30 í Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 105 km súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið. Túrurin hósdagin endar kl. 18.35, tá ið móttøka verður á Perlutorginum við Reinsaríið
Skráin fyri túrin hósdagin er henda:
Kl. 10.30: Móttøka í Helnabrekku í Klaksvík.
Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús
Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu
Kl. 13.15: Undirhúsið á Toftum
Kl. 14.00: Betri í Saltangará
Kl. 14.35: Bakkafrost á Glyvrum
Kl. 16.05: Margáir í Streymnesi
Kl. 18.35: Perlutorgið við Reinsaríið í Havn
Seinni um kvøldið fer liðið – 48 súkklarar og 12 hjálparfólk – við Norrønu til Danmarkar. Leygardagin 9. juli leggur Norrøna at í Hirtshals, og tá byrjar súkkluferðin av álvara. Næstu vikuna súkklar liðið gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland. Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.
Á ferðini til París fer Team Rynkeby regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald