Ítróttur

TB vann á Mjølni í Hotel Djurhuus-deildini

Hotel Djurhuus-deildin:Mjølnir – TB 1-3 (25-20, 12-25, 20-25, 16-25)

2024-11-17 09:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin Evgeniia Nizeva við fyri fyrstu ferð, og hon fer at gera mun hjá TB. Í fyrsta setti trilvaði hon kanska eitt sindur, men sum dysturin leið, sást, at dugur er í henni.

Tað var tó Mjølnir, sum tók fyrsta settið, eftir at TB meginpartin hevði verið frammanfyri og hevði lagt seg á odda 18-14. Men sum vit hava sæð í øðrum dystum hjá TB, so kom stígur í móti endanum á settinum, og Mjølnir vann fimm stig á rað og fór framum 19-18 og vann settið 25-20.

TB fótaði sær tó aftur og vann annað sett 25-12 og vann sær eisini tíðliga greiða yvirvág í triðja setti. Hóast Mjølnir minkaði um munin niður í tvey stig (16-18), so vann TB kortini settið trygt 25-20.

Líkt var til at TB rann avstað við fjórða setti, tá støðan gjørdist 5-0, men Mjølnir svaraði aftur og minkaði til 6-7. Men eftir 9-8 (til TB), fór aftur at dragna millum liðini, og TB vann sannførandi 25-16.

Sunnudagin kl. 13 tekur KÍF á fjórða plássi ímóti ósigraða oddaliðnum SÍ.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
4
10
12
2
Fleyr
5
7
11
3
Mjølnir
5
1
7
4
KÍF
4
0
6
5
TB
5
-3
6
6
Dráttur
5
-15
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder