Annað

Taxa í Oslo - góð ráð

Tá tú fert við taxa í Oslo, er skilagott at tryggja tær, at tú rindar rætta prísin.

2026-01-12 21:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit mæla til at taka niður appina Taxifix, sum er tøkt á App Store og Google Play. Í appini fært tú ein hámarksprís fyri ferðina, áðrenn túrurin byrjar, og tú skalt ongantíð rinda meira enn henda prís.

Tekur tú taxa á gøtuni ella frá einum steðgistaði, er umráðandi at avtala prísin, áðrenn túrurin byrjar. Brúka ongantíð ómerktar bilar, tað skrivar oslo.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder