Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, setti í morgun altjóða verkstovuna, sum er startskotið fyri stóru granskingar- og nýskapanarverkætlanina SeaMark. SeaMark er fyrsta Horizon Europe verkætlanin undir føroyskari leiðslu, og tað er Ocean Rainforest, sum samskipar samlaðu verkætlanina.
SeaMark hevur fingið 9 mio. evrur í stuðli frá Horizon 2020. Í verkætlanini luttaka tilsamans 25 altjóða granskingarstovnar og fyritøkur innan nógv ymisk fakøki.
”Øll árini, sum løgtingið hevur fíggjað føroysku luttøkuna í evropeiska granskingarsamstarvinum, hava vit spent bíðað eftir hesum degi”, segði Magnus Rasmussen millum annað. ”Dagurin, tá ið ein stór granskingarverkætlan undir føroyskari leiðslu slapp gjøgnum nálareygað í stóru evropeisku granskingarskipanini.”
SeaMark granskingarverkætlanin er í roynd og veru tíggju stórar verkætlanir (Work Packages), sum eru knýttar saman á ymsan hátt. Tað eru m.a. verkætlanir um at ala tara í stórum nøgdum, um at menna tól til at sáa og at skera tara, um at menna taraúrdráttir og mat úr tara, og um tøkni- og samfelagsbúskaparligar metingar.
Umframt yvirskipaðu samskipanina stendur Ocean Rainforest eisini á odda fyri einum av verkætlanarpørtunum, og granskingardepilin Sjókovin varðar av einum øðrum.
Í SeaMark verður arbeitt við stórum spurningum, sum hava týdning fyri allan heimin. Tí tari er eitt sera stórt, men á okkara leiðum lítið gagnnýtt tilfeingi.
Landsstýrismaðurin legði í røðu sínari stóran dent á, at vit í taraídnaðinum hava møguleika at menna eina veruliga burðadygga vinnu frá byrjan. Eina vinnu, sum er góð fyri umhvørvið, eina vinnu, sum gevur heiminum mat og heilsuágóðar, og eina vinnu, sum rúmar hópin av møguleikum fyri bæði granskarar og íverksetarar.
”Vit líta á, at tit fara at brúka tykkara samlaðu heilaorku til at vaksa taravinnuna uttan at skapa nýggjar trupulleikar fyri umhvørvið. Og tað verður ein søgulig hending”, helt Magnus Rasmussen fyri.
Tað fer at krevja sera nógva gransking, menning og royndir at finna bestu hættirnar at ala tara við virðing fyri vistskipanina. Og tað krevur enn meira gransking og menning at vinna tey góðu føðsluvirðini burtur úr taranum og at menna vørur til heimsmarknaðin.
SeaMark verkætlanin er tí eitt stórt stig fyri Ocean Rainforest sum aljtóða granskingarpartur og fyri Føroyar sum ein depil fyri taragransking og -menning.
Henda verkætlanin kann gerast eitt fyrsta stig, sum leiðir til nógvar aðrar spennandi verkætlanir við hópin av altjóða granskingarpartnarum.
Leinkja til ensktmæltu røðuna til SeaMark verkstovuna
sí eisini www.seamark.eud
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald