Ítróttur

Taptu, men hava møguleika fyri uppreisn í morgin

Føroya - Kýpern 0-3 (22-25, 15-25, 19-25)

2023-05-29 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Føroysku flogbótlsmennirnir byrjaðu sína Silver League kapping í kvøld í móti Kýpern. Tað bleiv til eitt 3-0 tap, við møguleika fyri uppreisn í morgin.

Nakað av spenningi var undan fyrsta dystinum í kvøld í Silver League hjá monnum, har Føroyar tók í móti Kýpern. Lítil munur var á liðunum í styrkismetingunum hjá CEV, men á vøllinum var munurin nakað størri. Føroyar tapti 0-3, men settmunirnir vóru ikki stórur og spenningur var allatíðina í dystinum.

Tað var rættuliga sjónligt, at føroyska liðið ikki leikar nóg nógvar landsdystir og høvuðstrupuleikin var, at botnstigið í Føroyska verjuleikinum var ov lágt og at Kýpern ov lættliga kom til stig. Hetta var serliga sjónligt við nógvum vánaligum servumóttøkum. 

Í øllum trimum settunum kom Kýpern rættuliga langt framum í byrjanunum av settunum og síðani skuldi føroyska liðið berja seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist væl í fyrsta settinum og síðsta settinum, sum tó ikki koppaðu til føroyskan fyrimun.

Leikarin, sum vann Føroyum flest stig í kvøld var Ólavur Johannesen við 9 stigum.

Føroyar leikar aftur ímóti Kýpern í morgin, og um Føroyar vinnur tann dystin er enn møguleiki fyri at leika seg víðari í Silver League kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder