2025-04-27 10:33

Sandavágs Talvfelag skrivar:
Sigursrøðin helt fram!
Árliga steypakappingin og galladøgurðin hjá føroyskari telving var í gjár.
Vit hava vunnið kappingin 7 ferðir áður og harav 4 tær seinastu. Tískil hava vit altíð góðar vónir til hesa kapping, men júst í gjár var uppgávan møtimikil. Helvtin av vanligu sigursvandu manningini kundi ikki møta í gjár, ella bert møta í avmarkaðan mun, so um kappingin skuldi vinnast 5.ferð á rað, so mátti besta telvingin finnast fram.
Kappingin kom at standa millum 3 lið, KTF1, HT1 og okkum sjálvar. Við javnt góðum úrslitum gjøgnum alla kappingina, so lógu vit á odda tá endin nærkaðist.
Men tílíkar kappingar verða avgjørdar í innanhýsis dystunum millum oddaliðini.
Vit tapa 4-2 móti HT1, men talvið á fyrsta borði millum altjóða meistaran hjá okkum og stórmeistaran hjá HT skuldi vísa seg at gerast avgerandi fyri endaliga úrslitið. Og tá Høgni var omaná, so vóru møguleikarnar enn opnir.
Tá seinasta umfar byrjar hava vit 49 stig, KTF1 48,5 stig og HT1 46 stig. Vit møta KTF1 og HT1 møtur ST2. Ein stór sigur til HT1 letur upp fyri møguleikanum at umdystur má telvast um 1.plássi . Megna vit at fáa 4 stig móti KTF1, so er gullið í hús.
HT1 misti 0,5 stig móti ST2, og ger tað so treytirnar lagaligari fyri okkum. Seinasti dysturin endar 4-2 til okkum og málið er rokkið!
Høgni verður kosin ársins telvari seinni á kvøldinum og Emil var tilnevndur til ársins stjørnuskot.
Úrtøkan í gjár
Høgni 11/11
Jón N 5/7
Torkil 8,5/11
Bernhard 8,5/11
Jón 8,5/11
Ingi 4,5/6
Jónfinn 7/9
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald