Ítróttur

Talv: Sunnudagin varð árliga talvkappingin Kjølur Open telvað í Klaksvík.

Heili 32 luttakarar vóru við, yngri sum eldri, og av báðum kynum.

2023-01-31 22:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya:

Samstundis sum hetta var ein kapping fyri telvarar í øllum aldursbólkum, er hetta ein liður í venjingini hjá unglingunum, ið skulu til Norra um góðar tvær vikur, at telva um Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdóm. 10 føroyskir unglingar, í 5 ymsum aldursbólkum skulu luttaka í tí kappingini.

Kappingin byrjaði fríggjakvøldið, tá ið 3 kviktalv vórðu telvaði. Leygardagin vórðu 2 langtalv telvaði, og somuleiðis sunnudagin.
Tá ið avtornaði, hevði Heðin Gregersen vunnið kappingina í stórum stíli við 7 stigum av 7 møguligum.

Vinnarir

  1. Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7 stig)
  2. Rani Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag (5,5 stig)
  3. Bogi E. Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (5 stig)

Ratingvirðislønir

  1. Rating 1300-1500: Rógvi Heinason Olsen, Klaksvíkar Talvfelag (4,5 stig)
  2. Rating 1000-1300: Petur Gardar Magnussen, Havnar Telvingarfelag (4,5 stig)
  3. Órataði: Danny Baldursson, Klaksvíkar Talvfelag (4 stig)

Endaliga støðan, úrslit og talv kunnu síggjast við at trýsta her.


         

                    

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder