Ítróttur

Talv: Spenningur um FM-heitið

Spenningurin er um tað verður Sandavágur ella Havnin

Toppdysturin verður ein og so ofta áður millum Sandavág og Havnina.

Toppdysturin verður ein og so ofta áður millum Sandavág og Havnina.

2023-03-02 21:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Spenningur um FM-heitið

Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum.  Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.


7. umfar - vágamenn økja

Sjeynda umfar var telvað 5. februar. Her vunnu sandavágsmenn ruddiliga á øðrum liði hjá Havnini. Bara Sjúrður Thorsteinsson á 1. borði hjá havnarliðnum, sum hevur verið ógvuliga lítið við í vetur, stóð mótstøðumanninum kurl.

Føroyameistararnir knógvaðu við bit og slit javnt sterka B-liðnum hjá klaksvíkingum. Stórmeistarin var ikki við á havnarliðnum henda dagin, kortini vóru havnarmenn greiðir favorittar við væl hægri styrkitali á hvørjum borði. Men hvussu var og ikki, so endaði javnt á trimum borðum; bara Olaf Berg vann, soleiðis at dysturin endaði 2½-1½ til FM-liðið.

Í triðja dystinum gjørdi Klaksvík A bart móti uppflytarunum úr Kollafirði, og vunnu á øllum borðum.

7. umfar - 1. deild

7. Umfar tann 2023/02/05 kl. 14:00
Bo.4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg-6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg½ :3½PGN
1.1

Thorsteinsson Sjurdur
2143-FM

Egilstoft Rogvi
2274½ - ½PGN
1.2

Berg Margar M.
1912-FM

Nielsen Hogni Egilstoft
23940 - 1PGN
1.3

Ziska Andrias
1879-

Eydsteinsson Silas
20500 - 1PGN
1.4

Joensen Oli
1763-

Nielsen Jon I Horni
20230 - 1PGN
Bo.3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg-5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg2½:1½PGN
2.1FM

Poulsen Martin
2311-

Baldursson Rani
2012½ - ½PGN
2.2FM

Berg Olaf
2204-

Rasmussen Steintor
19901 - 0PGN
2.3

Apol Luitjen Akselsson
2113-

Gregersen Hedin
1919½ - ½PGN
2.4FM

Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171-

Gaard Ingolf
1913½ - ½PGN
Bo.2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg4 : 0PGN
3.1

Simonsen Olavur
2189-FM

Simonsen Hans Kristian
21981 - 0PGN
3.2

Nolsoe Rani
2081-

Djurhuus Arant
17911 - 0PGN
3.3

Petersen Terji
2043-

Morkore Rogvi
17361 - 0PGN
3.4

Olsen Wille
2011-

Joensen Hanus
17731 - 0PGN



8. umfar - munurin styttist

Í áttanda umfari sunnudagin fingu sandavágsmenn veruliga mótstøðu móti A-liðnum hjá klaksvíkingum. Tað endaði javnt á trimum borðum, men á øðrum borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og tryggjaði vágamonnum sigurin í dystinum. Hetta var áttandi sigurin hjá Høgna á rað í landskappingini. hann hevur sum tann einasti fult stigatal í 1. deild.

Havnarmenn gjørdu sína skyldu móti botnliðnum, og vunnu 4-0. Men her var ein sensasjón í umbúna. Hin ungi Árant Djurhuus telvaði sum ein brandur, og hevði at síggja til stórmeistaran Helga Dam Ziska á knøunum, men fjálturin hevur mestur ørkymlað kollfirðingin so mikið, at hann misti tráðin. Helgi loftaði sær kringur í sperdari støðu, og var mentur at venda hóttandi tapi til sigurs á næstan gátuføran hátt.

Í triðja dystinum vann B-liðið hjá Klaksvík á B-liðnum hjá Havnini. Á 4. borði vann hin blaðungi Rógvi Olsen við einans 1400 í styrkitali. Rógvi er sonur fyrrverandi  fleirfalda føroyameistaran úr Klaksvíkar Talvfelag, Heini Olsen, sáli.


8. umfar - 1. deild

8. Umfar tann 2023/02/26 kl. 14:00
Bo.6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg-2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg2½:1½PGN
1.1FM

Egilstoft Rogvi
2274-

Simonsen Olavur
2189½ - ½PGN
1.2FM

Nielsen Hogni Egilstoft
2394-

Petersen Terji
20431 - 0PGN
1.3

Nielsen Torkil
2091-

Olsen Wille
2011½ - ½PGN
1.4

Nielsen Jon I Horni
2023-

Gregersen Hedin
1908½ - ½PGN
Bo.1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg-3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg0 : 4PGN
2.1

Djurhuus Arant
1791-GM

Ziska Helgi Dam
25430 - 1PGN
2.2

Thomsen Bernhard
1988-FM

Poulsen Martin
23110 - 1PGN
2.3

Joensen Hanus
1773-FM

Berg Olaf
22040 - 1PGN
2.4

Jacobsen Eivind
1699-FM

Samuelsen Carl Eli Nolsoe
21710 - 1PGN
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg3 : 1PGN
3.1

Baldursson Rani
2012-

Mortensen Rogvi
19930 - 1PGN
3.2

Vang Finnbjorn
1994-

Hansen Herluf
19941 - 0PGN
3.3

Gaard Ingolf
1913-

Berg Margar M.
19121 - 0PGN
3.4

Olsen Rogvi Heinason
1400-

Hannesarson Silas G.
17111 - 0PGN



Hálvtannað stig er nú á muni millum oddaliðini. Líkt er til, at avgerðin verður aftur at falla í seinna sínamillum dystinum í síðsta umfari.

Kollfirðingar eru í stórum vanda at flyta úr deildini aftur, men sunnudagin er lykadystur millum Kollafjørð og Havnina B, sum heldur ikki kann kenna seg tryggan enn.


Støðan í 1. deild eftir 8 umfør

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 

342616
2Havnar Telvingarfelag 1
 *  * 
44424,514
3Klaksvíkar Talvfelag 2½
 *  * 22431
15,56
4Klaksvíkar Talvfelag 1½½
22 *  * 
414,56
5Havnar Telvingarfelag 21½001
 *  * 
94
6Kollafjarðar Talvfelag 10½003
0
 *  * 6,52


9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin A - Klaksvík A
Havnin B - Kollafjørður

10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur - Havnin A
Klaksvík A - Havnin B
Kollafjørður - Klaksvík B


Hinar deildirnar

Tvey umfør eru eftir í øllum fimm deildunum í landskappingini í talvi. Spenningurin er ikki sørur í flest øllum deildum.

Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag fær eitt lið aftrat í bestu deildini komandi ár. Gaman í eru klaksvíkingar beint í hølunum á vágamonnum í 2. deild, men við sínum báðum liðum í 1. deild, ið ikki eru í niðurflytingarvanda, er greitt, at klaksvíksliðið í 2. deild kann ikki flyta upp.

Afturímóti tykjast vestmenningar vera í fríum falli. Tað er heilt stutt síðani, at teir telvaðu í 1. deild, nú standa teir til at falla niður í 3. deild. So lágt munnu teir ikki hava ligið fyrr. Menn enn hava teir møguleikar at verða hangandi í deildini.

Í 3. deild eru teir á eystara armi á Skálafjørðinum í harðari kapping við sundalagsmenn í Róki um uppflyting, og tað ber ikki beinari á enn so, at oddaliðini bæði bresta saman í týðandi dysti sunnudagin.

Í 4. deild eru liðini tíggju í alt. har gongur eisini lívliga fyri seg, og bara fýra stig eru frá tí fremsta til lið nummar fýra. Har kann tí framvegis alt henda, tó at bara tvey umfør eru eftir.

Í unglingadeildini hava havnardreingir verið fremstir allan vetur, og snáva teir ikki nú í spurtinum, vinna teir helst FM-heitið.

Støðan í 2. deild

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 2 *  * 3
233
2013
2Klaksvíkar Talvfelag 31 *  * 2

1911
3Kollafjarðar Talvfelag 2
2 *  * 2
166
4Havnar Telvingarfelag 421
 *  * 1
14,57
5Havnar Telvingarfelag 31½
2
3 *  * 1313,55
6Vestmanna Talvfelag 1
0½
31 *  * 12,56

9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík - Havnin A
Vestmanna - Havnin B
Kollafjørður - Sandavág


Støðan í 3. deild

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Kongshavnar Talvfelag 1 *  * ½
342
20,511
2Talvfelagið Rókur 1
 *  * 032
31911
3Tofta Talvfelag 1½14 *  * 
4
1178
4Sandavágs Talvfelag 4012
 *  * 3
169
5Sandavágs Talvfelag 32
0
1 *  * 2124
6Kollafjarðar Talvfelag 3½
1½3½
2 *  * 11,55

9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Rókur - Kongshavn
Toftir - Sandavágur A
Kollafjørður - Sandavágur B

Støðan í 4. deild

Rk.Lið12345678910 TB1  TB2 
1Klaksvíkar Talvfelag 4 * 

344442312
2Vestmanna Talvfelag 2
 * 13
4342212
3Gøtu Talvfelag 13 * 433
4
2112
4Havnar Telvingarfelag 5
1 * 3
3341910
5Talvfelagið Rókur 21
0½ * 
3313,58
6Klaksvíkar Talvfelag 5011
 * 42
137
7Kongshavnar Talvfelag 2011
0 * 2
38,53
8Tofta Talvfelag 200
1122 * 
283
9Gøtu Talvfelag 20½01½

 * 47,52
10Talvfelagið Rókur 30½
01
120 * 4,51

9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Toftir - Gøta A
Rókur B - Klaksvík B
Rókur A - Vestmanna
Klaksvík A - Havnin
Kongshavn - Gøta B


Støðan í unglingadeildini

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 
23
44426,515
2Klaksvíkar Talvfelag 1
 *  * 2
234342212
3Sandavágs Talvfelag 1212
 *  * 32
3318,511
4Gøtu Talvfelag 1½
212 *  * 21
12,55
5Havnar Telvingarfelag 20½10
23 *  * 1
93
6Sandavágs Talvfelag 2001011
2
 *  * 6,52

9. umfar (mikudagin 8. mars)
Gøta - Havnin A
Klaksvík - Sandavágur A
Havnin B - Sandavágur B

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder