2023-02-18 10:22
Í vikuskiftinum luttaka 10 føroyskir ungdómar í talvkapping í Oslo, har telvað verður norðurlandameistaraheitið 2023.
Tvey umboð frá hvøjum norðurlandi, Føroyar, Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi og Íslandi, telvað í hvørjum bólki. Í alt eru 5 aldursbólkar.
Føroyska manningin er hendan:
A-bólkurin: Flóvin M. Tummasar og Jón Nielsen
B-bólkurin: Luitjen A. Apol og Elias Petersen
C-bólkurin: Rókur Davidsen og Brestir Samuelsen
D-bólkurin: Emil J. Jacobsen og Oskar J. Jacobsen
E-bólkurin: Djóni Jørgensen og Baldur Jakobsen
Liðleiðari er Ingolf Gaard
Afturat hópinum er ein stórur, vónríkur fjepparabólkur, og føroyska ferðalagið telur tilsamans 26 fólk.
Tvey umfør eru hvønn dag, fríggjadag, leygardag og sunnudag.
Í fyrsta umfari fingu okkara telvarar 1,5 stig til samans. Størsta bragdið átti Jón Nielsen, ið telvaði javnt móti hægst rataða telvara í bólkinum, íslendska IM Vignir Vatnar Stefansson.
Hinir báðir ið somuleiðis telvaðu javnt, vóru Luitjen A. Apol og Brestir Samuelsen.
2. umfar byrjaði nú kl. 13 føroyska tíð.
Fylgjast kann við her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald