2025-02-14 13:52
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
NM BYRJAR Í DAG
So leggja tey til brots, hvør sær og saman, umboðandi Føroyar í árligu NM-kappingini fyri børn og ung. Karmarnir hesa ferð eru íslendska bygdin, Borgarnes, sum liggur nakað norðan fyri Reykjavík.
10 luttakarar eru úr hvørjum Norðurlandi, og kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Føroysku telvararnir eru:
U20: Rógvi Heinason Olsen, KTF, og Luitjen Akselsson Apol, HT
U17: Petur Gardar Magnussen, HT, og Rókur Davidsen, KTF
U15: Emil Jacobsen Jamil, ST, og Oskar Jacobsen Jamil, ST
U13: Djóni F. C. Jacobsen, HT, og Dávid Lützen, talvfelagið Rókur
U11: Baldur Bjarnason Jørgensen, HT, og Lisa Jing Xin, HT
Helgi Dam Ziska er við sum venjari.
Seks umfør verða telvað, og sunnudagin fæst greiða á, hvørjir norðurlendsku meistararnir fyri 2025 verða.
Bestu ynski um góða úrtøku, ríkan lærdóm og eina frálíka ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald