Ítróttur

Talv: Havnin á odda

.

2024-11-13 23:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Suni Merkistein skrivar:

Havnin á odda

Sunnudagin var Vestmanna Talvfelag vertur fyri stórum felagsumfari í landskappingini í talvi. Allir dystir í triðja umfari í øllum deildum vórðu telvaðir í Vestmanna.

Toppliðini vóru nú betur mannað enn í fyrstu umførunum. Helgi Dam Ziska sat á 1 borði hjá Havnar Telvingarfelag, og Rógvi Egilstoft var komin heim úr Spania at telva við sandavágsmonnum.

Vágamenn høvdu lykladyst móti klaksvíkingum, og vunnu 2½ - 1½. Havnarmenn høvdu minni mótstøðu móti uppflytarunum úr Kollafirði, og gjørdu bart á øllum borðum. Ungi kollfirðingurin Markus Jacobsen, sum óvæntað vann í báðum fyrstu dystunum, noyddist hesaferð at lúta.

Og í dystinum millum B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, vóru klaksvíkingar við yvirlutan.


1 deild (3 umfar)

Havnin (A) - Kollafjørður 4 - 0
Helgi Dam Ziska - Árant Djurhuus 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Rógvi Mørkøre 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Karl M. Dahl 1 - 0
Hjalti Toftum Jógvansson - Markus Jacobsen 1 - 0

Klaksvík (A) - Sandavágur 1½ - 2½
Ólavur Simonsen - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Eyðun Nolsøe - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Heðin Gregersen - Silas Eyðsteinsson 1 - 0
Terji Petersen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1

Havnin (B) - Klaksvík (B)  1½ - 2½
Elias Petersen - Wille Olsen 0 - 1
Øssur Joensen - Ingolf Gaard ½ - ½
Óli Joensen - Tummas M. Sólsker 0 - 1
Poul Poulsen - Bogi H. Eliasen 1 - 0


Støðan í 1 deild
Havnin (A)  10½ stig
Sandavágur 9
Klaksvík (A)  7½
Klaksvík (B) 4½
Kollafjørður 2½
Havnin (B) 2


Spenningur í 2 deild

Í 2 deild gongur ógvuliga javnt á. Sandavágur, sum duttu úr fremstu deildini seinasta kappingarár, liggja væl fyri í uppflytingarstríðnum, tí harðastu kappingarneytarnir, Klaksvík og Havnin, sleppa ikki upp.

Toftamenn liggja á bakhjóli, men taptu hesaferð fyri argafíggindunum úr Runavík. Jens Chr. Hansen var ikki við hjá toftamonnum henda dagin.

2 deild (3 umfar)
Havnin - Sandavágur 1 - 3
Kongshavn - Toftir 2½ - 1½
Klaksvík - Havnin B 2 - 2


Støðan í 2 deild
Sandavágur 7
Klaksvík 7
Havnin 6½
Toftir 6
Kongshavn 5
Havnin B 4½


Sundalagsmenn fremstir

Talvfelagið Rókur hevur lagt seg á odda í 3 deild. Í hølunum á teimum eru gomlu 1 deildarfeløgini úr Vestmanna og Gøtu.

3 deild (3 umfar)
Gøta - Kollafjørður 3 - 1
Rókur - Sandavágur 3½ - ½
Vestmanna - Havnin 3 - 1

Støðan í 3 deild
Rókur 10 stig
Vestmanna 7½
Gøta 7
Kollafjørður 5
Havnin 4
Sandavágur 2½


4 deild (2 umfar)
Sandavágur B. - Strendur B. 3 - 1
Suðuroy - Strendur A. 2 - 2
Klaksvík - Havnin 4 - 0
Rókur B. - Toftir 3 - 1
Sandavágur - Gøta 2½ - 1½

Støðan í 4 deild
Klaksvík 6½
Strendur 6
Suðuroy 5
Sandavágur B. 5
Sandavágur A. 4½
Gøta 4
Toftir 2
Havnin 1
Strendur B. 1


Telvað verður aftur í landskappingini annað vikuskiftið. Tá er fjórða umfar fyri. Í 1 deild verður telvað soleiðis: 

Klaksvík A - Havnin A
Sandavágur - Klaksvík B
Kollafjørður - Havnin B.


FM í kvik- og snartalvi

Árliga FM-stevnan í snar- og kviktalvi verður nú um vikuskiftið. Telvað verður í Talvhúsinum á Toftum.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30. Tá er FM-Snar áskránni. Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Ellivu umfør eru í alt. 

Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør. 

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

Og virðislønir vera sum vant latnar fremstu telvarunum.

Lesast kann meira um bæði liðkappingina umframt snar- og kvikkappingina um vikuskiftið á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder