Vinna

Talv FM: Favorittarnir vunnu

Allir, ið telvaðu við svarta fólkinum, vunnu í fyrsta umfari.

2023-04-01 20:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað var úrslitið á teimum fýra borðunum í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi, sum byrjaði í dag. 

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag fingu eina flúgvandi byrjan. Báðir vunnu á sterkum mótstøðumonnum. Høgni vann á Olaf Berg og Rógvi á Martin Poulsen. Rógvi og Martin eru so mikið javnir í rating, at hvørgin fekk verið favorittur teirra millum.

Men bæði Rógvi og Høgni telvaðu sera væl í dag og vunnu ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum. Tó er at siga, at bæði Olaf og Martin stóðu leingi væl í tí, men vórðu náðileyst revsaðir, tá ið teir løgdu í so nógv fyri.

Helgi Dam Ziska var eisini tryggur móti Carl Eli og vann sannførandi. Og sama kann eisini sigast um tann unga Luitjen Akselsson Apol, sum telvaði móti Eyðun Nolsøe.

Annað umfar verður í morgin. Byrjað verður klokkan 14.00. Telvað verður í auluni í Finsen. 

Á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com - er leinki til øll talvini í Landsliðsbólkinum og 1. bólki og nøkur talv í Unglingabólkinum og Almenna bólkinum. Har ber til at fylgja við leik fyri leik á teim ymsu borðunum.

Lesast kann meira um kappingina á somu heimasíðu.



Brøðurnir Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag komu væl frá byrjan í FM-kappingini í talvi.



1. umfar (Landsliðsbólkurin)
Eyðun Nolsøe - Luitjen A. Apol 0 - 1
Carl Eli Samuelsen - Helgi Dam Ziska 0 - 1
Martin Poulsen - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Olaf Berg - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1


2. umfar (sunnudagin 2. apríl kl. 14:00)
Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft Nielsen
Rógvi Egilstoft - Olaf Berg
Helgi Dam Ziska - Martin Poulsen
Eyðun Nolsøe - Carl Eli Samuelsen

Rógvi Egilstoft og Olaf Berg fara ikki undir sítt talv í morgin fyrr enn klokkan 18.00. Rógvi er upptikin av fótbólti klokkan 15.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder