2022-08-26 10:39
Í dag byrjar árliga NM-kappingin í talvi fyri børn og ung. Kappingin verður í ár hildin í Helsingborg í Svøríki, og føroysku telvararnir eru til dystin fús. Føroyska liðið er mannað soleiðis:
A-bólkurin (føddir í 2002 ella seinni): Silas Hannesarson og Rógvi Mørkøre.
B-bólkurin (føddir í 2005 ella seinni): Jón í Horni Nielsen og Luitjen Akselsson Apol.
C-bólkurin (føddir í 2007 ella seinni): Elias Petersen og Markus Ólavsson Jacobsen.
D-bólkurin (føddir í 2009 ella seinni): Petur Gardar Magnussen og Brestir Samuelsen.
E-bólkurin (føddir í 2011 ella seinni): Oskar Jacobsen Jamil og Magnus Poulsen.
Venjari/liðskipari á ferðini er Finnbjørn Vang, meðan Helgi Dam Ziska hevur vant hópin í vetur og í vár.
Flestu av føroysku telvarunum hava luttikið í NM-kapping áður, men nakrir eru við á fyrsta sinni. Hóast okkara ratingtøl ikki liggja í toppinum, so er semja um, at vit eiga besta hópin. Vónandi fara fleiri góð úrslit eisini at spyrjast burtur úr kappingini.
Til ber at fylgja við øllum talvunum live á netinum. Leinki verða løgd út í morgin.
Bestu eydnu til okkara dreingir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald