Vinna

Talaraskúli á Miðnámi á Kambsdali hesa vikuna

Hesa farnu vikuna hevur talaraskúli verið á Miðnámi á Kambsdali.

2023-03-04 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroyskur dansur, sjálvsvirði, svik, angist, og tunglyndi. Tað vóru nøkur av evnunum, sum ein bólkur av ungum arbeiddi við á intensa talaraskúlanum fyri næmingar á Miðnámi á Kambsdali.

Luttakararnir endaðu við at halda talur í skúlahøllini hósdagin.

Sjey ung úr ymsum flokkum og árgangum høvdu teknað seg til talaraskúlan, sum vardi fýra dagar. Verkætlanin er eitt samstarv millum donsku skúlarnar ”Den Rejsende Forfatterskole” og ”Røst fra Danmark”, sum báðir arbeiða við at stimbra ung til at taka orðið.

Ein av luttakarunum, Ingunn Nord Olsen greiðir frá, at hon satt at siga ikki hevði meldað seg til, men at eitt vinfólk sannførdi hana um at koma á talaraskúlan.

”Eg vildi menna meg og royna okkurt øðrvísi. Mær tørvaði amboð til at skipa eina uppgávu, at leggja fram eitt evni og hugsaði, at tað gjørdist ikki verri, um eg royndi at luttaka.

Undirvísarar á talaraskúlanum vóru Pia Beltoft og Martin Fehr Therkelsen frá ”Røst”, sum bæði eru retorikarar. Pia hevur harafturat ábyrgd av samskifti á Vallekilde Højskole. Handan verkætlanina ”Talaraskúlin” stendur Anette Molbech, sum saman við grønlendska rithøvundanum Niviaq Korneliussen rekur ”Den Rejsende Forfatterskole”, sum skipar fyri skriviskeiðum í øllum Grønlandi.

”Røst hevur hildið talaraskúla fyri ungum í Danmark síðani 2016. Hetta er aðru ferð, at vit eru í Norðuratlantshavi við verkætlanarsamstarvinum saman við ”Den Rejsende Forfatterskole”, og vit hava verið sera spent at halda talaraskúla í Føroyum”, sigur Martin Fehr Therkelsen, sum umframt at vera verkætlanarleiðari og undirvísari í ”Røst” eisini er lektari í retorikki á Københavns Universitet.

”Tað hevur gingið sera væl, og vit eru so bergtikin av næmingunum, sum tóku sera virknan lut og hava ment seg nógv ígjøgnum vikuna. Tað er altíð ein spurningur um álit, tá tú skalt spenna teg út at halda eina talu. Vit upplivdu fult álit frá næmingunum og vælvild frá bæði teimum og skúlanum til samstarv” leggur Pia Beltoft afturat.


Lestrarfyrireikandi venjingar um styrka sjálvsvirðið

Umframt hugskotsmenning, sum hjálpti øllum luttakarunum at finna fram til eitt persónligt evni til sína talu, hava tey ígjøgnum vikuna lært um røðuskriving og røðulist sum heild. Teir sjey luttakararnir hava arbeitt við røddini og kropsmálinum og gjørt venjingar, sum minka um ótta fyri at standa frammanfyri eini mannfjøld. Venjingar, sum eisini kunnu vera nyttugar í øðrum høpum, har tey skulu taka orðið og leggja fram eina sak ella eitt evni, sum til dømis til eina próvtøku ella til framløgur av ymiskum lærugreinum.

”Øll á skúlanum áttu at tikið hetta skeiðið. Røðulist átti at verið kravd. Í øllum førum í hesum forminum. Tú fært amboð til at fyrireika teg til at halda eina góða talu og til at skilja, hvussu tú kanst fanga áhugan hjá eini áhoyrarafjøld,” sigur Kristian Jacobsen, sum gongur á 3.árgangi og sum helt talu um føroyskan dans.

Seinnapartin hósdag vórðu talurnar so hildnar í skúlahøllini, har floksfelagarnir frá miðnámsskúlanum vóru klár at lurta. Tónleikari og yrkjari, Dania O. Tausen, sum sjálv hevur gingið á Miðnámi á Kambsdali og sum umframt tónleik sín eisini er kend frá filminum ”Skál” kunngjørdi teir ymsu talararnar og setti dám á huglagið við at spæla nøkur av sínum løgum til tiltakið.

Dania O. Tausen helt eisini eina framløgu fyri luttakarunum um at vera ein rødd, sum onnur lurta eftir og gjørdi eina venjing við teimum við intuitivari skriving.

”Kreativa skrivivenjingin hjá Daniu hjálpti mær at seta orða á nakrar sera truplar upplivingar. Hesin talaraskúlin fer at hjálpa mær í prosessini at arbeiða við nøkrum av mínum djúpu kenslum og upplivinum, sum eg ikki fyrr havi kunnað tosað um. Ígjøgnum vikuna havi eg lært, hvussu eg skal orða meg opið um nakrar frustratiónir í mínum lívi, greiðir Inga Toftegaard frá um upplivingina at halda taluna ”Rødd mín er týdningarmikil” fyri øllum skúlanum.

Nordisk Kulturkontakt hevur stuðlað Talaraskúlanum á Miðnámi á Kambsdali. 

Við í verkætlanini eru eisini talaraskúlar í hinum londunum í Norðuratlantshavi eins og tiltøk í Danmark, har ung úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi verða boðin at halda sínar røður fyri eini stórum ungum áhoyraraskara í m.ø. Operuni í Keypmannahavn, á Ungdommens Folkemøde Nord í Keypmannahavn og á Kulturens Folkemøde á Mors í Norðurjútlandi.


Meira kunning:

Anette Molbech, +45 23231787, [email protected]

Pia Beltoft, +45 41187517 [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder