Høgni Hoydal
Ááá, tað er so langt síðani við hasi fólkaatkvøðuni 14. Septembur 1946! Kom nú víðari!
Ja, tað hoyra vit ofta summi siga. Tað løgna er, at ofta hoyra vit somu fólk tosa um og vísa til eina danska grundlóg frá 1849, sum vit ongantíð hava samtykt.
- septembur er í roynd og veru okkara grundlóg. Einastu ferð, at fólkið í Føroyum hevur atkvøtt og talað um okkara støðu og rættindi sum tjóð.
Vit mugu ikki lata tíðina minka um týdningin av hesi avgerð. Tvørturímóti veksur virðið av fólkaatkvøðuni fyri hvønn dag, ið gongur. Alt, sum vit fegnast mest um í dag í okkara samfelag, er grundað á, at fólkið valdi loysing í 1946.
Annars vóru vit í dag sum Hetland. Við ongum tingi. Ongum vinnurættindum. Ongum fiskimarki og tilfeingi. Ongum máli, samleika og mentan. Ongum samhaldsføstum bygdum vegum, skúlum, sjúkrahúsum, almannaverki, streymveting, telesamskifti, tunlum, fakfeløgum, bókmentum, aðrari list, Fróðskaparsetri og altjóða ítrótti. Ongum avtalum við onnur lond.
Skuldi ræða fólk
Hugsið tykkum. Sambandsflokkarnir í Føroyum og danska stjórnin skrivaðu fólkaatkvøðuna út. Hon skuldi ræða Føroya fólk til at atkvøða fyri einum donskum stjórnaruppskoti um, har vit skuldu melda okkum inn í danska statin og gerast ein danskur landslutur.
Fyri at ræða Føroya fólk, settu tey fólkaatkvøðuna upp soleiðis: Antin sigur tú ja til tað danska uppskotið. Ella mást tú atkvøða fyri “løsrivelse”, sum sjálvandi varð lagt út sum endin á nøkrum. Ja, nakað ræðuligt, har vit skuldu kvetta øll bond við umheimin og verða bangin um okkara egnu evnir og møguleikar.
Men takk og lov fyri, at Føroya fólk ikki lat seg ræða.
Okkara foreldur. Abbar og ommur. Langommur og langabbar. Tey fóru á val og valdu loysing.
Takk fyri, at tit valdu tað rætta – og ikki tað lætta.
Tit vistu, at atkvøddu tit fyri stjórnaruppskotinum, vóru vit ikki til sum tjóð. Og tit vóru sannførd um, at tað føroyska orðið loysing, er onki at ræðast.
Loysing merkir, at vit loysa okkum úr bondum, sum onnur hava lagt á okkum. At vit loysa upp fyri okkara egnu skapanarevnum. At vit virða okkum sjálv og okkara egna. At vit taka ábyrgd og finna loysnir. Og at vit ikki kvetta nakað av, men verða javnsett, byggja upp og fáa samband við allan heimin.
Sum tá ið eitt skip loysir fyri at sigla á heimshøvunum og fáa fong. Ella tá ið vit gerast myndug sum einstaklingar.
Ein órættur móti fólkinum
Tey, sum høvdu trýst fólkaatkvøðuna ígjøgnum fyri at ræða fólkið, løgdu stóran dent á, at hon var avgerandi. Úrslitið skuldi fylgjast, uttan mun til hvat. Tað var eisini tað, sum danski forsætisráðharrin segði beint eftir, at úrslitið lá fyri.
Men so fór valdið í gongd. Knappliga søgdu tey: Nei, vit meintu tað ikki allíkavæl. Har var so nógv ógreitt og skuldi teljast øðrvísi og aðrar umberingar og uttanumtos. Men uttan mun til, hvussu tað verður vent og snarað, so valdu føroyingar loysing.
So tey bóðu danska kongin senda Løgtingið til hús. Avgerðin hjá fólkinum, skuldi ikki setast í verk. Tey sendu herskip til Føroya og góvu boð um at handtaka tingfólk, um tey ikki aktaðu. Danska stjórnin og danska fólkatingið samtykti ístaðin eina heimastýrislóg, uttan at Føroya fólk aftur varð spurt.
Tey søgdu also, at vald og stovnar í eini aðrari tjóð hava rættin til at seta tað til viks, sum fólkið velur. Er tað fólkaræði? Er tað at virða sjálvsavgerðarættin hjá okkum sum tjóð?
Nei, tað er ein órættur. Vit vita øll, at høvdu føroyingar valt danska uppskotið, so hevði tað verið brúkt. Og so hevði tað verið fráboðað altjóða heiminum, at føroyingar høvdu avsagt seg sum tjóð, og at vit høvdu valt at gerast ein inngrógvin partur av Danmark og donsku tjóðini.
Nú má tað rættast
Nú skriva vit 2022. Vit eiga at fegnast og heiðra okkara undangongufólk, sum ímóti øllum øguligum trýsti, valdu loysing 14. septembur 1946 og bjargaðu okkum sum tjóð og fólk.
Bæði okkara egna politiska skipan, danska stjórnin, danska fólkatingið og danska kongshúsið eiga at viðurkenna, at her var ein stórur órættur framdur. At tey settu fólkaræðið og sjálvsavgerðarrættin hjá Føroya fólki til viks við valdi.
Og tey eiga sjálvandi sum skjótast at boða altjóða samfelagnum frá, at vit føroyingar eru ein egin tjóð við fólkarætti og sjálvsavgerðarætti.
Tað merkir, at tað eru bara vit, ið eiga endaligu avgerðina um, hvussu og nær vit skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Og at ongin annar kann siga seg eiga endaligu avgerðina, seta treytirnar, ella kann seta fólkaviljan til viks.
Og vit kunnu spyrja: Hví skulu tey ikki gera tað?
Í dag hoyra vit ofta, at vit kunnu gerast ein sjálvstøðug tjóð, tá vit ynskja tað. Men enn verður sagt, at danska fólkatingið skal góðkenna avgerðina, áðrenn tað kann fremjast. Tað verður sagt, at sjálvandi fer eitt møguligt føroyskt ynski um at gerast ein sjálvsstøðug tjóð at verða viðurkent sum nakað sjálvsagt. Um støðan veruliga er henda, so eigur at vera einfalt at taka forðingina í fólkatinginum burtur.
Gleðiligan 14. septembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald