Tíðindini høvdu við sær, at tríggir borgarstjórar eftirsíðan vóru í útvarps- og sjónvarpsklivum, innan- og uttanvert, og greiddu frá málinum. Eftir tað varð tøgn, deyðatøgn, og avsendarin, Kommunala Eftirlitið, ella Løgmálaráðið, sum varðar av eftirlitinum, fekk ongan eltandi spurning, nú hesi hava staðfest, at samtyktin í býráðnum í høvuðsstaðnum ikki var í samsvari við kommunufulltrúina.
Tað er ongin loyna, at kommunur hava verið generøsar við sínar ungu borgarar, fyri at hesir kundu fáa tak yvir høvdið ella sum sagt plagdi vera, at fáa sett føtur undir egið borð. Sambært Kommunala Eftirlitinum er hetta ikki fíggjarliga ráðiligt, og almenna eftirlitshøpið bíðar nú eftir einum svari frá Tórshavnar kommunu. Við áhuga bíða vit nú eftir, hvør ið eigur skilmarkingarrættin til elastiska hugtakið – “fíggjarliga ráðiligt.”
Millum tær heilt stóru avbjóðingarnar, sum sitandi landsstýrið stríðist við, eru ovurstóru trupulleikarnir á bústaðarmarknaðinum. Onki boð er komið úr Tinganesi yvirhøvur um, hvørji ráð eru til at taka, fyri at ungdómur okkara bara kann hugsa tankan at fara undir ta størstu verkætlanina í lívinum, at byggja sær eitt heim til egið húski.
Í almenna rúminum vita vit bara um eitt einasta boð, um hvussu økið skal skipast frameftir, og tað er, sum omanfyri nevnt, kravboðini frá Løgmálaráðnum (Kommunala Eftirlitinum) um, at grundstykkir skulu seljast fyri marknaðarprís, altso, fyri tað sum tey kosta, táið klárt er at seta formarnar upp til grundina undir húsunum ella fyri hægstbjóðandi. Basta. Onkur helt fyri nú ein dagin, at hetta sum ikki einaferð var ein danskur leistur, sum Løgmálaráðið miðaði seg eftir, har tað er høgligari at útstykkja og planera fram eftir sløttum enn í líðum og brattlendi í Føroyum. Umstøðurnar eru eisini ymiskar í Føroyum, kostnaðurin hareftir, og spurningurin er so, hvar ið líkheitsreglan bleiv av, táið lutast skal út til okkara ungu borgarar.
Landsstýrið, sum onki boð hevur uppá nakað sum helst hesum viðvíkjandi, rekur nú framundir, at okrast skal, táið ungir føroyingar skulu seta fótin undir egið borð. Ella rættari skulu boðini frá landsstýrinum helst skiljast soleiðis, at samgongan ikki ynskir, at vanligi løntakarin skal eiga hendan møguleikan. Hugsjón teirra man so vera, at Føroyar bert verða eitt paradís fyri tey múgvandi. Eitt Monaco ella Saint-Tropez í Norðurhøvum.
Um niðurstøðan hjá Løgmálaráðnum stendur við, so hvørvur siðvenjan kring um landið, har ið kommunur í fleiri enn hundrað ár hava roynt at hjálpt ungu familjunum inn á húsamarknaðin. Siðvenjan er nú dømd at vera í stríð við lógina.
Sambært avgerðini hjá Løgmálaráðnum kunnu kommunurnar ikki longur fara undir útstykkingar uttan so, at tær við vissu vita, at tær ikki fara at fáa fíggjarligt hall av útstykkingini.
Hetta fer m.a. at hava tað við sær, at borgarar uttanvert miðstaðarøkið, sum longu frammanundan hava tungt við at fáa fígging frá peningastovnunum, frameftir skulu rinda í minsta lagi fullan kostprís fyri eitt kommunalt grundstykki. Og sum tey flestu hava funnið útav, so fíggja peningastovnarnir ikki heimið hjá húskjum longur, teir fíggja bert hús sum søluobjektir sama dagin sum tey standa liðug, hareftir verður borganarmetingin, kredittvurderingin, líkamikið um vit eru í Hattarvík, á Húsum, í Funningi, í Mykinesi ella í Fámjin.
Er talingur um lítla útstykking, ella verður farið at útstykkja í óhøgligum lendi, ja, so verður kostnaðurin lættliga omanfyri eina millión krónur fyri eitt grundstykki. Harvið verður kostnaðurin í støðum langt omanfyri marknaðarvirðið, og fer hetta uttan nakran sum helst iva í framtíðini at steðga allari útstykking uttanvert høvuðsborgina – Tórshavn. Harvið púrgera tey í Tinganesi saman við peningastovnunum útjaðaran, sum byrjar, táið man hevur flutt seg nakrar reipslongdir úr Vágsbotni. Útjaðarin verður við hesum sogin tómur og drigin inn á miðjuna, eitt slag av coriolismegi, sum ongin fer upp ímóti, í hvussu er ikki tey sum fjálga sær lørini úti við flógvu radiatorarnar í Tinganesi.
Men sjálvt høvuðsstaðurin - Havnin - fer eisini at fáa avbjóðingar av nýggju okrandi kósini hjá sitandi samgongu. Sambært Løgmálaráðnum mega kommunurnar ikki veita borgarum stuðul. Harvið má Tórshavnar kommuna ikki longur selja til kostprísin, nú skal seljast til marknaðarprísin, sum lættliga kann fara uppá tvær milliónir krónur og meira pr. stk. í metropolinum.
Eftir stendur so sjálvsagdi spurningurin: “Hvør skal búgva í Føroyum í framtíðini, um seinastu boðini frá samgonguni og Løgmálaráðnum fáa makt sum tey hava akt?”
Tað verður undir ongum umstøðum tann vanligi føroyingurin!
ES: Væntað varð, at hugsjónaðarliga grundarlagið undir sitandi samgongu var somikið væl funderað í norðurlendska vælferðarmodellinum, at ikki var neyðugt við einum góðum uppsjóvarkjansi, at vinna í Gekkinum, einum trivaligum arvaluti ella at sita við einum bjálvaðum almennum licensi fyri at fáa tak yvir høvdið; - ella fyri bara at fáa rímiliga kjansin til tess at seta føtur undir egið borð. Okkurt bendir á, at skútan hevur mist ideologisku kjølfestuna. Tíverri. Men enn eigur samgongan møguleikan fyri at saðla um, - um politiski viljin annars er til at lynna undir møguleikarnar hjá ungum føroyingum at búgva í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald