Fótbóltur og rokkur
Fríggjakvøldið spælir føroyska manslandsliðið um HM-endaspælið í Norðuramerika komandi summar. Dysturin byrjar kl. 19.45 og endar fyrst kl. 21.30, og tí hava vit valt at útseta konsertina til kl. 21.45. Vit hava samstundis fingið lokala bólkin Grótbrotið – ungu rokkdreingirnar úr valskúlanum á Giljanesi – at hita upp fyri teir gomlu dreingirnar.
Grótbrotið manningin er:
@Lukas Páll Wiberg - Sang & gittara
@Ári Hattarstein Mittún - Gittara
@Josva Neilson - Gittara
@Ólavur Kristian Ragnarsson - Bass
@Tummas Ziska Birgirsson - Slagverk
Ham vitjar 200 í Listastovuni
Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur at vitja vinmenninar 200. Hetta vinalagið hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni fyrst í 00’unum, og samband verið líka síðani.
Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni Reytt Pass frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum “Kristin Dómur”
Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá hvussu tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er.
Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni, og síðani í OY.
Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’.
HAM hava givið út 8 plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens
Tað verður sostatt møguligt at njóta bæði ein spennandi landsdyst og eina grótharða rokkuppliving í einum og sama kvøldi – fyrst á skíggjanum og síðani á palli í Listastovuni.
Seinast bólkarnir spældu saman var í Reykjavík í 2023, og jarðfrøðin í Íslandi bleiv – sum onkur segði – broytt í ævir. Og spennandi verður at síggja, um Føroyar nakrantíð verða tær somu aftur.
Um tað ikki ber til hjá onkrum, sum longu hava keypt atgongumerki, at koma til konsertina vegna broyttu tíðina, so ber til at siga okkum frá og vit endurrinda atgongumerkið.
Talan verður um eina standikonsert.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald