Herfyri fekk Tummas Justinussen handað heiðurin Ársins Vinnuátak 2023, tá Vinnuhúsið skipaði fyri ársins Vinnudegi. Heiðurin fekk hann fyri fyri at hava funnið upp á Battery Briner, sum er ein battaríeldsløkkjari til eitt nú el-bilar. Í sendingini greiðir Tummas frá, hví og hvussu hann fann upp á hesa loysnina.
Fyrr í vikuni lýsti Føroya Landsstýri ognarlut sín í Smyril Line alment til sølu. Um ein góðan mána fæst at vita, hvat ognarluturin á sløk 17 prosent av fyritøkuni er verdur. Í Fíggjarlógini fyri 2023 er ognarluturin virðismettur til 79 milliónir krónur, sum svarar til eina samlaða virðismeting av Smyril Line á slaka hálva milliard krónur.
“Tað er spennandi at skula traðka upp á eina vekt og vita, hvat man er verdur” svarar Tummas, tá hann í samrøðuni verður spurdur, um hvussu tað kennist at vera settur til sølu. “Tað er nokk so stuttligt upp á tann mátan, at tá vit komu inn sum partaeigarar var støðan soleiðis, at um vit ikki komu við pengunum mánadag, so fór Norrøna av landinum mikudag. Tá var alt null vert. Síðani tá hava vit við nógvum góðum fólkum bøtt um gongdina. Tá átti felagið 250 trailarar, í dag eru teir 1250, tá høvdu vit eitt skip, í dag hava vit seks skip, og tá vóru 200 starvsfólk í mun til 800 í dag.”
Øll samrøðan við Tummas kann síggjast í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 hjá Televarpinum og í Netvarpinum á www.tv.fo í kvøld klokkan 20:30. Vertur er Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.
Brellibiti kann síggjast á vanganum hjá Televarpinum her: Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald