Vinna

Tað finnast ikki trupul børn - tað eru børn, sum hava trupulleikar

Heldur enn at snakka um trupul børn, skulu vit venda spurninginum og heldur hyggja eftir, hvussu vit kunnu skipa skúlan øðrvísi, soleiðis at børn við trupulleikum eisini kunnu trívast og rúmast í skúlanum.

2022-08-26 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Trupulleikar í fólkaskúlanum

Tað er sjón fyri søgn, at alt ov nógvir næmingar í fólkaskúlanum, ikki trívast orsakað av fakligum, fysiskum, sálarligum og/ella sosialum trupulleikum. Hesi børn, sum ikki trívast, eru ofta ótrygg, bangin og hava tískil ikki møguleikan at mennast, fáa tey ikki røttu amboðini. 


Børn, sum stríðast við eitt nú orðblindi, talblindi, ADHD, autismu, OCD, happing ella trupulleikum í heiminum, hava í fleiri førum samskiftistrupulleikar. Tí er neyðugt við meira lesi-, skrivi- og tøkni ráðgeving í skúlanum.


Tað ljóðar so líkatil og skuldi verið lætt at sett í verk, tó eru skipanirnar ikki at finna runt í, og tær finna eiheldur runt í hvørjum øðrum. Tað eru so nógvar skipanir og so nógvir fakbólkar um eitt barn, sum ikki vita av hvørjum øðrum. Tað eru ein ørgrynna av dugnaligum starvsfólkum í hesum ymisku skipanum, men tað merkir tann, sum hevur brúk fyri hjálp, ikki. Tað verður ikki tikið hædd fyri samansetta tørvinum og barnið gerst størsta offrið. Hóast vit seta mannagongdir í verk, sum hava til endamáls at samskipa, hjálpir tað einki, tí tað er eingin sum yvirskipaðu ábyrgdina. At samantvinna skúla og heim er ein sjálvfylgja, tí tað er í heiminum og í skúlanum at barnið uppiheldur sær mestu tíðina.


Vit hava lærarar, sum brenna fyri sínum arbeiði, men brenna út tí teir føla, at teir ikki røkka til. Tað er trupult at røkka tí einstaka næminginum til fulnar, tí teir mangla tíð, hentleikar og amboð at hjálpa næminginum við. Tað, sum ger tað enn verri fyri lærararnar, er at síggja, hvussu næmingar stríðast, tá tey ikki megna at hjálpa teimum, hóast teir royna.


“Tað finnast ikki trupul børn. Tað eru børn sum hava trupulleikar,” segði kendi barnapsykiatarin Søren Hertz í almennari viðmerking. Hetta er júst tað sama, sum okkara egnu barna- og ungdómspsykiatarar, sálarfrøðingar, lærarar og nógv onnur dugnalig fakfólk, sum eru um børnini siga og hava sagt í langa tíð.


Dýrabarasta íløgan dettur niðurímillum

Vit himprast ikki og tað verður heldur ikki sett spurnartekn við at játta fleiri tíggjutals milliónir í øktari játtan til at gera samferðslukervið, vegir, tunlar, skip, flogfør, bussar og bygningar til alskyns endamál. Ítøkiligar tilbúgvingarætlanir krevjast til nógvar av hesum íløgum og tað verður gjørt eitt megnar arbeiði fyri at lyfta hesa uppgávu, og ábyrgdar- og uppgávubýti stendur øllum púra greitt.


Men vit hugsa ikki sama tankan, tá talan er um okkara dýrabarastu íløgu, sum eru børnini og okkara ungdómar, sum eiga og skulu bera okkara samfelag víðari. Hetta er okkara allarstørsta og týdningarmiklasta íløga, men til hesa íløgu hava vit ikki eina tilbúgving, sum fyribyrgir ella sum loftar um so er, at misstanki er um eina avbjóðing. Eiheldur, tá skaðin er hendir og tað skal nógv setast inn frá fleiri frontum. Sum tað sær út á sálarheilsustøðuni hjá okkara børnum og ungdómi, so er skaðin longu hendir, men tað verður ikki sett inn prompte.

 

Seta vit somu upphæddir, sum verða veittar í meirjáttan til samferðslukervið og bygningar, í børn og ungdóm okkara, so kunnu øll børn og ung sum mistrívast fáa hjálpina, mennast og geva sítt íkast í samfelagið. Børn við serligum avbjóðingum, skulu fáa tað, sum skal til, so avbjóðingin ikki er ein forðing, men heldur ein styrki.

 

Álit og tilmæli, men ongin handling

Takast skal í egnan barm, fokus skal flytast til barnið og tað skal vera nú. Fyri at siga tað, sum ein gamal politikari segði: “vit hava fullar skuffur av álitum og tilmælum”.


Kanningar um støðuna við sálarheilsu hjá okkara børnum og ungdómi vísir, at her vendir ikki rætt, tí skal vend koma í nú.


Vit eru noydd at venda gongdini alt fyri eitt. Sambært kanningum, eru vit áveg út á eggina. Vit hava ikki tíð at endurskoða, skriva álit og koma við uppskotum til loysnir. Vit mugu hoyra fólkið á gólvinum, tí eisini tey vita, hvat skal til. Vit mugu geva børnunum ta hjálp og tryggleika tey hava krav uppá at fáa. Vit hava diggast alt ov leingi og kanningarnar vísa fylgjurnar hareftir.


Ein yvirskipað ætlan, har ein tovhaldari tryggjar, at barnið og tey, sum eru um barnið fáa tey amboð ella hjálp barnið hevur brúk fyri. Skúlin eigur at tillagast tørvinum hjá børnunum.


Tað finnast ikki trupul børn. Tað eru børn sum hava trupulleikar. Hetta er júst tað, vit mugu minnast til. Tí gongdin vísir, at tað eru skipanirnar, sum hava svikið børnini, ikki mótsatt.



Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder