Ítróttur

TAÐ ER HART AT SPÆLA FÓTBÓLT – EISINI HJÁ UMSITINGINI

Umsitingin og alt rundan um 07 Vestur krevur hægri raðfesting nú, um felagið skal stabilisera seg við bæði einum mansliði og einum kvinnuliðií Betri-deildini. Tað staðfestir Jón Nordendal, formaður. Hann hevur góðar vónir fyri kappingarárið og fegnast um høgu raðfestingina, sum stadion- útbyggingin á Dungasandi hevur í Sørvágs Kommunu

2023-04-08 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kappingarárið 2023 er tað triðja á rað hjá 07 Vestur í Betri-deildini í mansfót- bólti, og tað er fyrstu ferð í søgu felag- sins, at tað er eydnast at halda fast so leingi í bestu deildini.

Uppskriftin at sleppa úr elevatortilver- uni var at hava eina óbrotna føðiketu við einum miðvísum ungdómsmenningar- arbeiði og – sum tað týdningarmesta og nýggja – eitt annaðlið ella næstbesta lið, sum í venjing og menning varð raðfest eins høgt og besta liðið.

”Næstbesta liðið er lykilin til stabilitet”, ljóðaði yvirskriftin á grein í eini leikskrá hjá 07 Vestur síðst í august 2021. Hetta árið var liðið flutt upp í Betri­deildina, og í greinini greiddi formaðurin Jón Norden- dal frá, hvussu setast skuldi út í kortið, fyri at liðið loksins kundi fáa fótafesti í bestu deildini.

Les meira í dystarblaðnum til dagsins dyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder