2022-02-22 21:07
Portal.fo:
Ein syndarligur tilburður í Miðvági kravdi í morgun eitt mannalív. Talan er um ein 52 ára gamlan mann, sum var til arbeiðis úti á einum av aliringunum á vágni.
Ein annar maður var eisini við úti á aliringinum, men sá ikki tá tað hendi.
Tann 52 ára gamli er gliðin á sjógv og druknaður ella hevur fingið eitt dánilsi ella ein tilburð av onkrum slagi. Lívbjargandi fyrstahjálp varð givin á staðnum, men á Landssjúkrahúsinum kundi staðfestast, at maðurin var deyður, skrivar vp.fo.
Tey avvarðandi hava fingið syrgiligu boðini.
Líkskurður verður hósdagin, og Arbeiðseftirlitið fer at kanna tilburðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald