Mentan

SWANGAH Á JÓANSØKU

.

2025-06-06 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


SWANGAH Á JÓANSØKU


Jóansøkan er í hondum, hon verður 100 ár í ár og tað skal feiðrast við maner! Eitt av allar best umtóktu navnunum á føroyska tónleikapallinum seinastu mongu árini, eru orðsnillingarnir í SWANGAH.

Á odda fyri bólkinum standa Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen, ið saman við Eyðun M. Thomsen og Kára Damsbo stovnaðu bólkin Swangah Dangah. Navnið kemur frá grannalagnum har ungu menninir búðu í í Havn, uppi í Svanga.

Fyrsta fløgan, Belials Synir, kom út í november 2011 og beinanvegin varð greitt, at vit her høvdu við nakrar mans at gera, ið dugdu óvanliga væl við tí føroyska málinum og væl rungandi beats afturvið. Ongantíð áður og heldur ikki síðan, hevur føroyskt rapp ljóðað betri!

Frá at hava verið eitt undirgrundarfenomen í høvuðsstaðnum, eru Swangah í dag vorðnir fólkaogn og veruliga gjøgnumbrotið kom nógv við slagaranum ”Frá bygd til bý”, ið kom út í 2013. Lagið kann hoyrast her

Swangah eru kendir fyri veruliga at fáa fjøldina at liva við og vit gleða okkum til at hoyra teir á stóra pallinum á jóansøku.

Førsømið tykkum ikki møguleikan!


SWANGAH Á PALLINUM Í MIÐBÝNUM Á TVØROYRI, LEYGARKVØLDIÐ 21. JUNI KL. 21:30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder