2022-03-18 11:23
Tíðindaskriv
- juni 2022 tekur Súsanna Poulsen við sum stjóri í Føroya Keypssamtøku. Hon er ættað úr Havn og er 47 ára gomul.
Súsanna Poulsen hevur drúgvar royndir innan detailhandil og kemur frá einum starvi sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.
Súsanna tekur við starvinum sum stjóri eftir Finn Nielsen, sum hevur røkt starvið í góð 40 ár.
Jákup Danielsen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald