
Arbeiðsøkið er innan reingerð og annað í hesum sambandi.
Arbeiðsuppgávur:
Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í øllum bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiskipan.
Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Mesta arbeiðstíðin er uml. 8 tímar um dagin, sum liggur ímillum kl. 8:00 og 20:00 við møguleika fyri flextíð.
Arbeiðstíðir eru fyri tað mesta vanligar arbeiðsdagar, men umleið triðju hvørja viku verður arbeitt í vikuskiftinum eisini. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um tímalønt starvsfólk, her undir reglurnar um yvirtíð í vikuskiftunum v.m.
Serligar treytir:
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan.
Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2022, kl. 12.00.
Umsókn:
Umsókn, saman við viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: [email protected]
Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald