Mentan

Summarframsýningin er á tremur við stavivillum

“Hey, har er ein stavivilla!” fara mong at hugsa, tá ið tey síggja heitið á ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum: Jeg leder efter ordne. Og tað er rætt sæð. Heitið hevur eina stavivillu. Orsøkin er tó ikki manglandi rættlestur, men at listafólkið, Gudrun Hasle, er orðblind og hevur gjørt orðblindni til ein part av hennara list. Í roynd og veru eru stavivillur eitt av hennara týdningarmiklastu amboðum.

2022-05-24 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gudrun Hasle er ein viðurkend donsk listakvinna, ið ofta nýtir brodering við teksti sum støði. Hon stavar og broderar orðini, soleiðis sum hon sjálv heldur at tey stavast, og við at sýna fram sítt persónliga stríð við skriftsmálinum ger hon bert tað sum fyri henni er sárt. Hon skapar eitt rúm har tað er loyvt hjá menniskjum at gera mistøk og vera ófullkomin.

Tískil fer mann í Norðurlandahúsinum at síggja verk við útsøgnum sum ”Jeg bliver aldrig klåv nok” (jeg bliver aldrig klog nok), ”Jeg går op i sømnen” (jeg går op i sømmene) og “Jeg tvinger ordne fram” (Jeg tvinger ordene frem).

Tað var annars eitt sindur av tilvild, at stavivillurnar fingu so stóran týðning í listini hjá Gudrun Hasle. Fyrr fekk hon sum oftast onkran at rættlesa tekstirnar. Men ein dag var tað ikki tíð til at taka villurnar frá, og so hendi okkurt. Gudrun varnaðist, at stavivillur hava eina serliga ávirkan. Tær fáa hyggjaran at steðga á og stava seg ígjøgnum tekstin. Til at lesa orðini hart fyri sær sjálvum. Tískil tekur tað longri tíð at týða boðskapin, og ein kemur betri at kenna óvissuna og skroypiligheitina hjá tí orðblinda.

Í summarframsýningini fer Gudrun Hasle at sýna fram eina røð av tekstilverkum, har broderaði orð skapa skaldbornar, stuttligar og persónligar málberingar. Ofta við kroppinum sum miðdepil. Millum annað hevur hon skrivað ævisøgu sína á eini røð av skuggamyndum av fólki í familju hennara. Løriftini eru brúkt løk, sum familjan hevur sovið og sveittað í.

Jeg leder efter ordne verður at síggja 3. juni – 14. august í Norðurlandahúsinum. Øll eru vælkomin til fernisering 3. juni, kl 17, har listakvinnan verður til staðar.


 Um Gudrun Hasle

Gudrun Hasle (f. 1979) er útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademi og Det Fynske Kunstakademi, har hon tók endaligt prógv í 2008. Hon arbeiðir bæði við video, foto, performance, tekning og ikki minst brodering. Gudrun Hasle hevur sýnt fram á nógvum bólkaframsýningum og hevur m.a. havt stakframsýningar í Politikens Forhal, Keypmannahavn (2019), Nuuk Kunstmuseum (2019), Gallari Tom Christoffersen, Keypmannahavn (2019), Horsens Kunstmuseum (2016), Kunstmuseum Brandts, Odense (2015), Museet for Samtidskunst, Roskilde (2012) og Tranen, Gentofte (2011). Gudrun Hasle er við í søvnunum hjá Horsens Kunstmuseum, Statens Museum for Kunst og Det Nationale Fotomuseum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder