Í fjør varð hol sett á eina ES-verkætlan, har Visit Tórshavn er ein av luttakandi pørtunum. Talan er um eina verkætlan ið hevur til endamáls at menna súkkluferðavinnu. Í hesum sambandi bjóðar Visit Tórshavn øllum áhugaðum til framløgu um verkætlanina, mikudagin 20.mars, ið varpar ljós á avbjóðingar og møguleikar, ið júst súkkluferðavinna hevur.
Samstarvspartar frá øllum hinum luttakandi londunum luttaka til tiltakið. Millum annað verða fyrstu úrslitini av eini kanning, ið er gjørd um súkkluferðavinnu í øllum luttakandi londunum, løgd fram. Samstarvspartarnir eru úr Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Írlandi.
Tiltakið verður mikudagin 20.mars í Parnassinum á Hotel Hafnia frá kl. 12.30 – 16.30. Framløgurnar verða frá luttakarunum í verkætlanini, Rent a Bike, Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, Hotel Hafnia, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til tiltakið áðrenn her: https://forms.office.com/e/qrLG6UcF9j
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald