Vinna

Súkkling: Helgi vann 1. tein av Leif Mohr Kring Føroyar

Í dag bleiv fyrsti av fimm teinum súkklaður. Fyrsti teinur byrjaði í Runavík.

2025-05-29 00:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leiðin gekk fyrst runt Agnið áðrenn leiðin gekk móti Skálabotni. Súkklararnir vendu á Skála, og so gekk leiðin aftur móti Skálabotni, til Gøtu, til Leirvík og at enda á mál í Klaksvík.

Luttøkan var góð. Fleiri enn tredivu luttakarar møttu til kappingina ídag.

Ein góð breidd av súkklarum, og ein stórur bólkur av sterkum súkklarum.

Í fremsta bólki royndi fyrst ein, so ein annar súkklari at sleppa avstað frá feltinum. Ferðin fór upp, og ferðin fór niður aftur. Hilmar Hansen gjørdi eina góða roynd, og tað gjørdi Jóanis Albert Nielsen eisini.

Okkara sterkasti súkklari stillaði upp, og hóast súkklarar royndu uppá skift at sleppa avstað, so sat Helgi W. Olsen, at síggja til, róligur á súkkluni, og bíðaði eftir røttu løtu at avgera kappingina.

Brekkan undir Gøtueiði er drúgv, og nakað áðrenn víkiplássið á Gøtueiði setti Helgi ferðina upp, og so mistu ein og ein bakhjólið hjá Helga.

Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen royndu at halda tørn, men tað eydnaðist teimum ikki at koyra Helga inn aftur.

Helgi og Súsanna vunnu

Tá klokkan vísti 1 tími og 52 minuttir og 40 sekund koyrdi Helgi einsamallur um málstrikuna. Einsamallur, men ikki nógv sekund gingu áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Tað bleiv sprintað um 2. plássið. Bert eitt hálvt hjól skilti nummar tvey og trý. Tað var Niklas sum vann spurtin móti Paula, og tryggjaði sær sostatt silvurið.

Fleiri kvinnur luttóku. Ein í opna bólkinum, og hinar í bólkinum, ið hevur fingið heitið Hugnasúkkling. 

Hóast einsamøll í opna bólkinum, so kom Súsanna Skylv á mál bert hálvan triðja minutt eftir vinnaran hjá monnum, og legði sostatt fleiri av sterku mannligu súkklarum afturum seg.


Favorittarnir vunnu, men eitt úrslit sum fekk nógva umrøðu eftir kappingina, var flotta úrslitið hjá bert 12 ára gamla Jónathan Gregersen.

Teinurin í dag var góðar 62 kilometrar. Hóast unga aldurin, koyrdi Jónathan sama tein sum seniorarnir. Meðan vinnarin í opna bólkinum brúkti 1 tíma 52 minuttir og 40 sekund, so brúkti Jónathan bara 2 tímar og 15 minuttir og 34 sekund um teir 62 kilometrarnar. Eitt sera flott avrik av unga súkklarinum.


Norðoyggjar eru karmur um 2. tein

Í morgin verður súkklað í Norðoyggjum. Byrjað verður við Effostøðina í Klaksvík. Leiðin gongur fyrst móti byrgingina til Haraldsund áðrenn leiðin gongur móti Norðdepli, Hvannasundi og síðan móti Viðareiði.

Súkklað verður eftir gamla vegnum aftur móti Hvannasundi. Áðrenn súkklararnir koma á mál í Klaksvík aftur, gongur leiðin fyrst til Árnafjørð.

Startur og mál er við Effostøðina í Klaksvík, og byrjar kappingin kl 18. Hava fólk hug at síggja hvør verður fyrstur um málstrikuna í morgin, so er skilagott at leggja leiðina framvið Effostøðini um 19.30 tíðina. Kanska áðrenn, tí teinurin í morgin er eitt sindur styttri enn teinurin í dag. Í morgin skulu súkklararnir koyra smáar 54 kilometrar.

PlaceNameCategoryFinish time
1Helgi W. OlsenVanligt1:52:40.8-
2Niklas Hallgren NiclassenVanligt1:53:12.5+0:31.7
3Pauli PoulsenVanligt1:53:13.8+0:33.0
4Jákup Petur EliassenVanligt1:54:26.0+1:45.2
5Konstantinos GaroflosVanligt1:54:29.0+1:48.2
6Súsanna SkylvVanligt1:54:31.0+1:50.2
7Bergtór TórsteinssonVanligt1:55:36.1+2:55.3
8Jóanis Albert NielsenVanligt1:55:48.2+3:07.4
9Bogi GregersenVanligt1:56:19.9+3:39.1
10Regin ThomsenVanligt1:56:39.0+3:58.2
11Hilmar HansenVanligt1:57:48.7+5:07.9
12Gunnar Dahl-OlsenVanligt1:58:42.6+6:01.8
13Kristmund JohannessenVanligt1:59:25.5+6:44.7
14Eirikur JoensenVanligt2:00:06.3+7:25.5
15Dardus JacobsenVanligt2:01:00.0+8:19.2
16Marnar PattinsonHugnasúkklari2:02:33.7+9:52.9
17Ken BærentsenHugnasúkklari2:03:49.9+11:09.1
18Finnur KobaVanligt2:11:02.0+18:21.2
19Óli HansenVanligt2:11:06.0+18:25.2
20Allan JoensenHugnasúkklari2:11:39.9+18:59.1
21Magnus GötheVanligt2:12:21.7+19:40.9
22Henry BergVanligt2:12:39.1+19:58.3
23Magni JacobsenVanligt2:13:39.7+20:58.9
24Jónatan GregersenVanligt2:15:34.6+22:53.8
25Casper RosenVanligt2:15:39.5+22:58.7
26Eyðun JakobsenVanligt2:16:56.4+24:15.6
27Aksel MikkelsenHugnasúkklari2:26:14.8+33:34.0
28Jóhan Petur PetersenVanligt2:27:26.6+34:45.8
29Súsanna EliassenHugnasúkklari2:30:02.8+37:22.0
30Sigrid BjartalíðHugnasúkklari2:30:03.8+37:23.0
31Danial HansenHugnasúkklari2:33:42.0+41:01.2
32Anida JohannesenHugnasúkklari2:44:17.9+51:37.1
33Jákup av SkarðiHugnasúkklari3:00:28.2+1:07:47.4
-Helgi L. PetersenHugnasúkklariDNF
Myndir og animeringar av teinunum kunnu síggjast her:
https://www.facebook.com/lmkringforoyar/photos

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder