Formaðurin, Jógvan Trondesen Andreasen, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá virkseminum farna árið.
Felagið hevur seinasta árið, í tøttum samstarvið við Tórshavnar Havn og landingarmiðstøðini Barðið, saman megnað at bøtt munandi um karmarnar hjá útróðrarbátunum í Suðurstreymi.
Tórshavnar Havn yvirtók kranan hjá felagnum fyri tíð síðani og arbeiðið at flyta kranan til hóskiligari stað, er um at vera liðugt. Útróðrarvirksemi er økt munandi í Tórshavn seinnu árini, og arbeiðir Tórshavnar Havn tí við eini loysn, at umskipa leistin fyri egningarskúrar á Vestaru kei, fyri at kunna nøkta tørvin í samband við økta útróðrarvirksemi, mest møguligt.
Ábøtur á allar egningarskúrarnar eru eisini avtalaðar við Tórshavnar Havn.
Góða samstarvi við landingarmiðstøðina Barðið í Havn hevur viðført, at bátarnir kunnu landa bløðgaðan daggamlan fisk og sleppa útróðrarmenn tí undan tí ofta sera arbeiðskrevjandi kryvjingini. Eisini kunnu limirnir nú selja sín fisk á meira smidligan hátt; veiðan kann nú seljast bæði á Gólvuppboðsmarknaðinum (sum fyrr) og á Telefonuppboðssøluni alt eftir hvat útróðrarmaðurin metir er skilabest. Hettar eru limirnir sera fegnir um.
Felagið hevur søguliga sæð verið, og er tað enn, sera virkið at samskifta við myndugleikar, lokal virkir og onnur, við tí endamálið at bøta um korini hjá útróðrinum.
Á fundinum var síðani roknskapurin lagdur fram, og hann vísti, at felagið framhaldandi er styrkt fíggjarliga.
Sitandi nevnd frá árinum fyri heldur fram:
Jógvan Trondesen Andreasen, formaður
Ragnar Hentze, næstformaður
Sámal Lindenskov, nevndarlimur.
Doru Tiberiu Á Torvlaðnum, tiltakslimur.
Eftir fundin bjóðaði Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, eins og siður er eftir Aðalfundin, eina góða máltíð á matstovuni Barbara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald