2025-03-06 19:55

Gongdin í fólkatalinum í Føroyum hevur seinastu ártíggjuni verið rættliga greið. Seinastu 10 árini er fólkatalið í landinum vaksið við umleið 6.000 fólkum ella við umleið 12,7%.
Í einum munandi parti av landinum hevur talan verið um stóran fólkavøkstur, meðan gongdin í fólkatalinum í nøkrum fáum pørtum av landinum hevur verið skeiva vegin.
Eyðkennið fyri økini við fólkavøkstri er, at hesi økini eru knýtt saman við føstum sambandi við meginøkið - og fyri oyggjarnar og økini, sum hava fingið fast samband ella betri fast samband við meginøkið, er tað eisini sjónligt, at fasta sambandið hevur skundað undir fólkavøkstur.
Hetta hava okur sæð bæði við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og Eysturoyartunlinum - og sum tað seinasta eisini við Sandoyartunlinum.
Farið varð undir Sandoyartunnilin í 2018. Seinasta skotið varð latið av í februar 2022 og koyrandi var gjøgnum Sandoyartunnilin í desember 2023.
Gongdin í fólkatalinum í Sandoynni og í Suðuroynni var frammanundan hetta í fleiri ártíggju áleið hin sama: Minkandi fólkatal, hækkandi miðalaldur, færri ung og fleiri eldri.
Við Sandoyartunlinum er tó farin fram ein broyting - og er fólkatalið í Sandoynni vaksið úr 1.257 í februar 2022 til 1.311 við ársbyrjan í ár, ein vøkstur á 4,3%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við umleið 100 fólkum, ein minking á 2,1%.
Løgtingið viðgera Suðuroyartunnilin
Í komandi viku verður 1. viðgerð av lógini um at projektering av Suðuroyartunlinum, og ferð Løgtingið tá at viðgerð uppskot um:
Projektering av Suðuroyartunlinum, soleiðis at klárt er at bjóða Suðuroyartunnilin út.
Útboð av Suðuroyartunlinum, soleiðis at tað verður greitt hvør kostnaðurin verður.
Tað eru settar av 200 mió. kr. til hetta arbeiðið, 100 mió. kr. í 2025 og 100 mió. kr. verða á fíggjarlógini fyri 2026.
Sambært PF Suðuroyartunlinum kann hetta arbeiðið verða komið á mál á sumri í 2026 - og tá skal Løgtingið aftur viðgera málið og taka støðu til, um farast skal undir Suðuroyartunnilin við tí kostnaðinum, sum tá fyriliggur.
Grundarlag fyri vøkstri
Royndirnar seinastu 20-25 árini - frá Vágatunlinum til Sandoyartunnilin - eru púra greiðar: Fast samband hevur ført við sær betri møguleikar fyri økini og vøkstur í fólkatalinum.
Við Suðuroyartunlinum fær Suðuroyggin javnbjóðis møguleikar við restina av landinum - og hetta er alneyðugt grundarlag fyri vøkstri. Hetta fær at tæna bæði Suðuroynni og øllum Føroyum - hetta er fult í tráð við samgonguskjalið - og hetta fer at verða gott.
Komandi vikurnar ferð Løgtingið at viðgera lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin. Mín partur hevur higartil ikki ligið eftir og fer heldur ikki at liggja eftir, tá uppskotið er samtykt seinni í vár.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald