Mentan

Stuttfluttur fimmari

Enda arbeiðsvikuna við stuttfluttum fimmara

2023-05-09 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enda arbeiðsvikuna við stuttfluttum fimmara


Fríggjadagin 12. mai kl. 17.00 verður vikuskiftið skotið í gongd í Perluni við einum stuttfluttum fimmara.


Endin á umhvørvisvikuni nærkast, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast við onkrum brúsandi. Men hvussu er við burðardygdini á brúsinum? Hetta fer umboð frá Føroya Bjór at greiða frá, áðrenn tey bjóða smakkroyndir, sum gestir kunnu njóta aftur við góðum fríggjadagstónum frá Land of Maybe.


Land of Maybe er føroyskur bólkur við Edith Dahl-Jakobsen og Allan Tausen á odda. Edith og Allan munnu vera millum mest fjøltáttaðu tónleikarar í Føroyum, og tey duga sum fá at finna júst tað rætta huglagið til eitthvørt høvi.


Men ongin veitsla, festivalur ella temavika uttan upprudding, og leygardagin verður almennur ruddingardagur í Tórshavnar kommunu, har øll – familjur, felagsskapir, einkultpersónar o.o. – kunnu taka eitt tak í at halda bý og bygdir ruddilig og verja umhvørvið hjá okkum øllum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder