Vinna

Stutt kunning um løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar:

2024-06-24 22:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) varð samtykt 21. mai 2024.

Lógin fekk gildi 2. juni 2024; tó fáa ásetingarnar um gistingargjald og um ferðagjald á ferðaskipum gildi 1. oktober 2025.

Lógin ásetir, at ferðafólk hava rætt at ferðast til gongu undir egnari ábyrgd á bygdagøtum, á útvaldum hagagøtum og fram við strondini. Íbúgvar landsins hava frítt at fara undir ábyrgd.

Kommunurnar skulu, fyri árslok 2025, saman við bóndum, heimafólki og øðrum viðkomandi pørtum, gera eina ferðavinnuætlan. Ferðavinnuætlanin skal m.a. lýsa bygdagøtur og aðrar leiðir, har ferðafólk kunnu ganga. Uttanríkis- og vinnumálaráðið er farið undir at gera reglur og leiðbeiningar um ferðavinnuætlanir o.tíl., og hetta fer at lætta um, tá ítøkiligu ætlanirnar skulu gerast.

Ferðavinnulógin sjálv er tó sett í gildi, og tað merkir, at ferðafólk kunnu frítt ganga eftir bygdagøtunum og eftir øðrum leiðum, sum eru merktar í samráð við kunningarstovurnar kring landið og Visit Faroe Islands. Heimild er til at avmarka ferðslu og uppihald, sum órógvar landbúnaðarvirksemi ella veiðu, t.d. fjallgongu ella haruveiðu.

Lógin ásetir eisini, at handilslig ferðavinna bara kann útinnast í samráð við bóndan, ið kann krevja at avtala er gjørd um handilsliga virksemið frammanundan. Bóndin kann ikki sýta fyri, at handilslig ferðavinna fer fram í økinum, ella geva nøkrum fyriskiparum einkarætt til at skipa ferðavinnuvirksemi í einum øki.

Lógin setir greitt forboð fyri at seta upp forðingar, t.d. gjaldportur ella at krevja onnur gjøld fyri at sleppa út í haga. Bóndin kann kortini taka eitt rímiligt gjald fyri tænastur og fyri atgongd í serligum støðum, har hann hevur gjørt íløgur í gøtur og aðrar umstøður til ferðafólk.  

Nærri reglur um handilsliga ferðavinnu og tænastur verða gjørdar og lýstar í næstum.

Til at skipa gongdina í økjum, har ið nógv fólk ferðast, ásetir kommunan í samráð við bónda og heimafólk skilhaldsreglur, sum øll, sum ferðast í økinum, skulu fylgja. Landsstýrisfólkið skal góðkenna skilhaldsreglurnar og lýsa tær í kunngerð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder