Størvini eru við setanarbroti 0,70 og 0,49.
Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í innskúlingini og miðdeildini.
Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.
Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla.
Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til millum kl. 11.30 og 16.00.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan krevst.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.
Um skúlan:
Umleið 300 næmingar ganga í skúlanum á Giljanesi. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald