Lýsing

Stuðulsstarv í Skúlanum á Giljanesi 2022

-

2022-02-07 14:06 Author image
-
placeholder

 

Starv sum námsfrøðiligur stuðul við setanarbroti 0,7 er leyst at seta frá 1. mars 2022

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlin tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, dugir væl at samskifta og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin námsfrøðingur søkir verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

Lønar-  og setanartreytir:

Stuðulsstarvið er fast ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 - 23. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 2 - 8.

Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected]  í seinasta lagi mánadagin 21. februar kl. 12.00.


Nærri fæst at vita um starvið hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga  á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 300 næmingar ganga í skúlanum og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder