Veðrið

Streymurin kemur neyvan aftur um alt landið fyrr enn væl eftir midnátt

Beint eftir klokkan 22 í kvøld fór streymurin í øllum meginøkinum.

2023-02-07 23:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Boð komu skjótt frá SEV aftaná streymslitið: Streymslit í øllum meginøkinum! Illveðrið ávirkar streymveitingina. Arbeitt verður at starta upp aftur. Tað gongur helst ein tími til øll hava streym aftur.

KVF skrivar: - Eitt óhapp kemur sjáldan av sær sjálvum, og fleiri fylgjandi óhapp hava verið, nú vit hava roynt at fingið streymveitingina aftur, sigur vakthavandi SEV.

Vit tosaðu við SEV klokkan 23.20 í kvøld. Tá vónaði vakthavandi, at alt landið fór at hava streymin aftur um ein tímað. Men hann kundi onga vissu veita, tí óvæntaðir trupulleikar kunnu taka seg upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder